Lazarus verður reistur upp frá deyðum
Kapittul 91
Lazarus verður reistur upp frá deyðum
JESUS og tey sum komu aftan á honum standa nú við minnisgrøvina hjá Lazarusi. Í veruleikanum er grøvin eitt helli við steini fyri inngongdini. „Takið burt steinin!“ sigur Jesus.
Marta talar at — enn fatar hon ikki hvat Jesus hevur í huga. „Harri,“ sigur hon, „hann dampar longu, tí hann hevur ligið fýra dagar!“
Men Jesus svarar: „Segði Eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guds!“
So taka teir steinin burtur. Jesus lyftir eygu síni og biður: „Faðir, Eg takki Tær, at Tú hevur hoyrt Meg! Eg vitsti jú, at Tú hoyrir Meg altíð; men fyri fólksins skuld, sum hjá stendur, segði Eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at Tú hevur sent Meg.“ Jesus biður hart, so fólkini kunnu vita at megina til tað sum hann nú skal gera, fær hann frá Gudi. So rópar hann við harðari rødd: „Lazarus, kom út!“
Tá kemur Lazarus út. Hann er enn bundin um føtur og hendur við toyvavinum sum verður brúkt til líkverju, og eitt turriklæði er bundið um andlitið á honum. „Loysið hann og latið hann fara!“ sigur Jesus.
Nógvir av jødunum, sum eru komnir at ugga Mariu og Martu síggja undrið og koma til trúgv á Jesus. Men aðrir fara og siga farisearunum frá tí sum er hent. Fariseararnir og hægstu prestarnir skipa alt fyri eitt fyri fundi í jødiska hægstarættinum, Sanhedrininum.
Í Sanhedrininum sita tann sum er høvuðsprestur í løtuni, Kaifas, og við honum farisearar og saddukearar aftrat hægstu prestunum og fyrrverandi høvuðsprestum. Teir gremja seg: „Hvat skulu vit gera? Hesin maður ger mong tekin. Lata vit Hann halda so á, fara øll at trúgva á Hann, og Rómverjar fara at koma og taka bæði land og fólk okkara.“
Trúarleiðararnir mugu viðganga at Jesus „ger mong tekin“, men teir hugsa bert um sína egnu støðu og myndugleika. Uppreisn Lazarusar er saddukearunum ein dyggur smeitur, tí teir trúgva ikki á uppreisnina.
Kaifas, sum møguliga er saddukeari, tekur nú til orða. Hann sigur: „Tit skilja einki! Ei heldur kemur tykkum í hug, at tað er okkum til gagn, at ein maður doyr fyri fólkið, og ikki øll tjóðin gongur til grundar.“
Tað er Gud sum fær Kaifas at siga hetta, tí Jóhannes ápostul skrivar seinni: „Hetta segði hann ikki av sær sjálvum.“ Kaifas helt sjálvur at teir áttu at dripið Jesus, so vald og árin teirra ikki fekk enn størri skaða av hansara ávum. Men sambært Jóhannesi ’profeteraði Kaifas at Jesus skuldi doyggja, ikki bert fyri tjóðina, men eisini fyri at hann skuldi savna sundurspjaddu børn Guds saman til eitt’. Ja, Gud hevur í hyggju at lata son sín doyggja sum loysigjald fyri øll.
Ynski Kaifasar vinnur frama í Sanhedrininum sum nú ger ætlanir um at drepa Jesus. Nikodemus, ein limur í Sanhedrininum sum er Jesusi vinarliga sinnaður, boðar honum møguliga frá hesum. Jesus fer í hvussu er burtur haðani. Jóhannes 11:38-54.
▪ Hví biður Jesus hart áðrenn hann reisir Lazarus upp frá deyðum?
▪ Hvørja ávirkan hevur uppreisnin á áskoðararnar?
▪ Hvussu lata limirnir í Sanhedrininum óndskap sín koma til sjóndar?
▪ Hvat ætlar Kaifas, men hvat fær Gud hann at profetera?