Marta fær eini ráð, og leiðbeining um bøn
Kapittul 74
Marta fær eini ráð, og leiðbeining um bøn
MEÐAN Jesus boðar í Judea kemur hann til bygdina Betania. Her er tað Marta, Maria og bróðir teirra Lazarus búgva. Jesus hevur møguliga hitt hesi trý fyrr í tænastutíð síni og eru tey tí longu góðir vinir. Ið hvussu er fer Jesus inn til Martu, og hon tekur væl ímóti honum.
Marta ætlar sær alt fyri eitt at bjóða Jesusi alt tað besta hon eigur. Tað er stórur heiður at fáa vitjan av tí lovaða Messias! Hon fer tí at gera stóran døgurða og stákast við nógvum øðrum so Jesus kann hava tað gott og hugnaligt hjá teimum.
Men Maria, hinvegin, setir seg við føtur Jesusar og lurtar eftir honum. Løtu seinni kemur Marta til Jesus og sigur: „Harri, hugsar Tú ikki um tað, at systir letur meg vera einsamalla um at tæna Tær? Sig tó við hana, at hon skal hjálpa mær!“
Men Jesus vil ikki siga nakað við Mariu. Í staðin fyri gevur hann Martu eini ráð tí hon er alt ov bundin av tí materiella. Hann beinir hana vinaliga á rætt við orðunum: „Marta, Marta! Tú gert tær stríð og órógv av mongum; men eitt er fyri neyðini.“ Jesus sigur at henni nýtist ikki at brúka nógva tíð til fleiri ymiskar rættir. Nakrir fáir, ella bara ein, er nóg mikið.
Marta vil sjálvandi tað besta; hon vil sýna gesti sínum blíðskap. Men hon ger so nógv burturúr at hon ikki nýtir høvi at fáa persónliga undirvísing frá Guds egna soni! Tí sigur Jesus: „Maria hevur valt hin góða lut, og hann skal ikki verða frá henni tikin.“
Eina aðru ferð, eftir hetta, sigur ein lærisveinur við Jesus: „Harri! Lær okkum at biðja, eins og Jóhannes lærdi lærisveinar sínar!“ Møguliga var hesin lærisveinurin ikki hjástaddur tá Jesus umleið hálvtannað ár frammanundan lærdi teir mynsturbønina í fjallaprædiku síni. Jesus tekur tí leiðbeiningina uppaftur, men heldur fram við einari mynd sum skal vísa á, at vit mugu vera áhaldandi í bønini.
„Um onkur tykkara eigur vin,“ byrjar Jesus, „og fer til hansara mitt um náttina og sigur við hann: „Góði, læn mær trý breyð! Tí ein vinur mín er komin ferðandi til mín, og eg havi einki at seta fyri hann“ — um tá hin svarar innanfyri: „Ger mær ikki ónáðir! Dyrnar eru longu stongdar, og bæði eg og børn míni eru løgst; eg kann ikki fara upp aftur og fáa tær tað!“ tá sigi Eg tykkum: Um hann so ikki fer upp og gevur honum tað, tí hann er vinur hansara, so fer hann kortini upp, av tí at hann er so framligur, og letur hann fáa alt, ið honum tørvar.“
Tá Jesus brúkar hesa samanberingina, er ætlanin ikki at vísa at Jehova Gud treyðugt svarar áheitanum eins og vinurin í líknilsinum. Nei, hann vísir at tá ein óviligur vinur lurtar eftir áhaldandi bønum, hvussu mikið meira tá ikki góði himmalski Faðir okkara! Jesus heldur fram: „Eg sigi tykkum: Biðið, og tykkum skal verða givið! Leitið, og tit skulu finna! Bankið uppá, og tykkum skal verða latið upp! Tí hvør tann, ið biður, fær; tann, ið leitar, finnur; tann, ið bankar uppá, honum skal verða latið upp.“
Síðan vísir Jesus til ófullkomnar og syndigar fedrar á jørðini: „Hvør tykkara, sum er faðir, fer at geva syni sínum stein, táið hann biður um breyð, ella — táið hann biður um fisk — geva honum orm í staðin fyri fiskin, ella — táið hann biður um egg — geva honum skorpión! Vita nú tit — sum ónd eru — at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá Faðirin av Himli geva teimum Heilaga Andan, sum biðja Hann!“ Ja, við hesum dømi gevur Jesus okkum sanniliga eina eggjandi áminning um at vera áhaldandi í bønini. Lukas 10:38–11:13.
▪ Hví fer Marta at stákast so dúgliga?
▪ Hvat ger Maria, og hví rósir Jesus henni heldur enn Martu?
▪ Hví endurtekur Jesus leiðbeining sína um bøn?
▪ Hvussu vísir Jesus at vit skulu vera áhaldandi í bønini?