Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Matteus verður kallaður

Matteus verður kallaður

Kapittul 27

Matteus verður kallaður

STUTT eftir at Jesus hevur grøtt hin lamna mannin, fer hann úr Kapernaum til Galileavatnið. Aftur koma stórar mannamúgvur til hansara, og hann fer at læra tær. Tá hann heldur leiðina fram ber hann eyga við Matteus, eisini nevndur Levi, sum situr í tollbúðini. „Fylg Mær!“ sigur Jesus.

Tað tykist sum Matteus longu er kunnigur við læru Jesusar, eins og Pætur, Andrias, Jákup og Jóhannes tá teir vórðu kallaðir. Og eins og teir, játtar Matteus alt fyri eitt. Hann fer á føtur, leggur frá sær sum tollari, og fylgir Jesusi.

Seinni, kanska fyri at hátíðarhalda kall sítt, heldur Matteus stóra veitslu heima hjá sær. Umframt Jesus og lærisveinar hansara eru eisini fyrrverandi starvsfelagar hjá Matteusi hjástaddir. Hesir verða annars vanvirdir av jødisku landsmonnum sínum tí teir krevja skatt inn fyri ta illa dámdu rómversku yvirvøldina. Hartil kemur at teir ofta eru óærligir og krevja meir enn vanligt gjald frá fólki.

Tá fariseararnir síggja Jesus í veitslu við slíkum fólki, spyrja teir lærisveinar hansara: „Hví etur meistari tykkara við tollarum og syndarum!“ Jesus hoyrir teir spyrja, og svarar: „Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum! Men farið tit avstað og lærið, hvat tað er: „Eg vil hava miskunn og ikki offur!“ Tí Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.“

Matteus hevur eftir øllum at døma bjóðað hesum tollarunum heim til sín so teir skulu fáa høvi at hoyra Jesus og fáa andaliga heilsubót. Jesus er altso saman við teimum fyri at hjálpa teimum at fáa betri samband við Gud. Jesus líkist ikki hinum sjálvgóðu farisearunum sum vanvirða teir. Nei, miskunnsamur tænir hann teimum sum andaligur lækni.

At Jesus sýnir syndarum miskunn merkir altso ikki at hann einki leggur í syndir teirra, men tað vísir at hann hevur somu samkenslu við teimum sum hann hevur við likamliga sjúkum. Minst bara til hvussu hann miskunnsamur rætti hondina út og nam við hin spitalska, og segði: „Eg vil; verð reinur!“ Vit mugu somuleiðis sýna miskunn og hjálpa menniskjum í neyð, serstakliga á andaliga økinum. Matteus 8:3; 9:9-13; Markus 2:13-17; Lukas 5:27-32.

▪ Hvar er Matteus tá Jesus ber eyga við hann?

▪ Hvat hevur Matteus sum starv, og hví vanvirða aðrir jødar slík menniskju?

▪ Hvør ákæra verður reist ímóti Jesusi, og hvussu svarar hann?

▪ Hví er Jesus saman við syndarum?