Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Minningarhøgíðin

Minningarhøgíðin

Kapittul 114

Minningarhøgíðin

EFTIR at Jesus hevur vaskað ápostlunum um føturnar, nevnir hann Sálm 41:10: „Hann, ið etur breyðið við Mær, hevur lyft hæl sín móti Mær.“ So verður hann ógvuliga rørdur í andanum og greiðir frá: „Ein tykkara fer at svíkja Meg!“

Hetta harmar ápostlarnar og hvør eftir annan spyrja teir Jesus: „Tað er tó ikki eg, Harri?“ Ja, Judas Iskariot spyr eisini. Jóhannes sum liggur til borðs undir liðini á Jesusi, hellir seg inn at brósti Jesusar og spyr: „Harri, hvør er tað?“

„Ein av hinum tólv, hann, sum dyppar í fatið við Mær,“ svarar Jesus. „Víst fer Menniskjasonurin burtur, sum skrivað er um Hann; men vei tí menniskja, sum Menniskjasonurin verður svikin við! Tað hevði verið tí menniskja gott, um tað aldri var føtt.“ Eftir hetta fer Satan aftur í Judas og dregur gagn av at hann hevur opnað hjarta sítt, sum er vorðið ónt. Seinni somu nátt nevnir Jesus av røttum Judas ’fortapingarsonin’.

Jesus sigur nú við Judas: „Tað, sum tú gert — ger tað skjótt!“ Eingin annar av ápostlunum skilur hvat Jesus meinar. Judas hevur pengakassan undir hond og tí halda summir at Jesus biður hann ’keypa tað teimum nýtist til høgtíðina’ ella fara og geva hinum fátæku nakað.

Tá Judas er farin, stovnar Jesus við sínum trúgvu ápostlum eina heilt nýggja høgtíð, ella ein minningardag. Hann tekur eitt breyð, biður takkarbøn og brýtur breyðið, gevur teimum tað og sigur: „Takið, etið!“ Hann greiðir frá: „Hetta er likam Mítt, sum verður givið fyri tykkum; gerið hetta til minni um Meg!“

Tá allir hava etið av breyðinum, tekur Jesus ein kalik við víni, helst hin fjórða kalikin ið brúktur varð til páskamáltíðina. Hann biður eisini eina takkarbøn yvir honum, rættir teimum hann, biður teir drekka av honum og sigur: „Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði Mínum, sum verður úthelt fyri tykkum.“

Hetta er í royndum ein høgtíð til minni um deyða Jesusar. Á hvørjum ári hin 14. nisan skal hon endurtakast, sum Jesus sigur, til minni um hann. Hetta hjálpir luttakarunum at minnast tað Jesus og himmalski Faðir hansara hava gjørt fyri at sleppa menniskjum undan deyðadóminum. Hjá jødunum sum eru vorðnir lærisveinar hjá Kristusi, kemur henda høgtíðin í staðin fyri jødisku páskirnar.

Nýggi sáttmálin, sum varð settur í gildi við úthelta blóði Jesusar, kemur í staðin fyri hin gamla Lógarsáttmálan. Hann fæst í lag við Jesusi Kristi sum millumgongumanni millum báðar partarnar — øðrumegin Jehova Gud, og hinumegin hini 144.000 kristnu sum eru gitin við andanum. Umframt at hann gevur fyrigeving fyri syndir, loyvir sáttmálin eisini at ein himmalsk tjóð av kongaprestum verður skipað. Matteus 26:21-29; Markus 14:18-25; Lukas 22:19-23; Jóhannes 13:18-30; 17:12; 1 Korint 5:7.

▪ Hvørja bíbilprofeti nevnir Jesus við einum av lærisveinum sínum í huga, og hvussu nýtir hann hana?

▪ Hví verða ápostlarnir ógvuliga harmir, og hvat spyr hvør einstakur um?

▪ Hvat biður Jesus Judas gera, men hvussu skilja hinir ápostlarnir boðini?

▪ Hvørja høgtíð stovnar Jesus tá Judas er farin, og hvørjum endamáli tænir hon?

▪ Hvørjir eru partarnir í hinum nýggja sáttmálanum, og hvat útinnir sáttmálin?