Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Miskunn við neyðstøddum

Miskunn við neyðstøddum

Kapittul 57

Miskunn við neyðstøddum

TÁ Jesus hevur fordømt fariseararnar tí teir sjálvgóðir fylgja sínum egnu viðtøkum, fer hann avstað við lærisveinum sínum. Annars hevði hann fyri stuttum tikið teir við sær burturfrá fyri at rinda møðina, men tað var av ongum tá fólkini funnu teir. Nú fara teir langt norður til landið við Týrus og Sidon. Hetta man vera einasta ferðin Jesus og lærisveinarnir gera út um Ísraels landamark.

Jesus finnur teimum eini hús at vera í og letur ljóða at hann ikki vil at nakar skal vita av teimum. Men heldur ikki her, uttan fyri Ísraels landamark, fær hann verið ókendur. Ein griksk kvinna, fødd her í Fønikia í Sýrialandi, finnur hann og fer at biðja og bøna: „Harri, sonur Dávids, miskunna mær! Dóttir mín verður svárt plágað av illum anda.“ Men Jesus ønir henni ikki aftur.

At enda siga lærisveinarnir: „Slepp Tær frá henni, tí hon rópar eftir okkum!“ Jesus greiðir teimum nú frá hví hann ikki gav sær far um hana: „Eg eri ikki sendur út til onnur enn hinar burtmistu seyðir av húsi Ísraels.“

Men kvinnan gevst ikki so. Hon fer yvir at Jesusi, fellur niður fyri honum og bønar: „Harri, hjálp mær!“

Hennara inniliga bøn má ganga Jesusi inn at hjarta! Men aftur vísir hann á at ábyrgd hansara fram um alt er at hjálpa Guds fólki, Ísrael. Hann vil helst royna trúgv hennara tá hann vísir til fordóm jødanna ímóti øðrum fólkasløgum, og sigur: „Tað er ikki rætt at taka breyð barnanna og kasta tað fyri hinar smáu hundar.“

Við samkennandi tónalagi og andlitsbragdi letur Jesus ivaleyst sínar egnu heitu kenslur fyri ikki-jødum koma til sjóndar. Jødar eru vanir at líkna heidningar við hundar, men Jesus blíðkar orðini og málber seg „smáu hundar“ (ella hvølpar). Í staðin fyri at taka tað illa upp, loftar kvinnan orðum Jesusar og ger eina eyðmjúka viðmerking: „Tað er satt, Harri! Men hinir smáu hundar eta jú av molunum, ið falla niður av borði harra teirra!“

„Kvinna! Trúgv tín er stór; tær verði sum tú vilt.“ Og soleiðis verður tað! Tá hon kemur heim finnur hon dóttur sína liggjandi á seingini, púra fríska!

Av landsleiðini við Sidon ferðast Jesus og lærisveinar hansara longri inn í landið, áleiðis ovara partinum av Jordanánni. Teir fara helst yvir um Jordanánna onkustaðni norðan fyri Galileavatnið og koma inn í Dekapolis, eystaru megin vatnið. Her fara teir til fjals, men fólkini finna teir og koma við lamnum, kryplum, blindum og deyvum og nógvum øðrum sjúkum ella brekaðum, sum tey nærmast blaka fyri føturnar á Jesusi, og hann grøðir tey. Fólk eru ovfarin av tí tey síggja — stumm tala, lamin ganga og blind síggja, og tey prísa Ísraels Gudi.

Jesus gevur serstakliga gætur eftir einum manni sum er deyvur og illa fær tosað. Deyv kunnu ofta kenna seg illa, helst í stórum mannamúgvum, og kanska sær Jesus at hesin maðurin hevur serligan ótta á sær. Miskunnsamur tekur hann mannin avsíðis burtur úr mannamúgvuni. Tá teir eru tveireinir vísir hann hvussu hann skal hjálpa honum. Hann stingur fingrarnar í oyruni á manninum, spýtir og nemur síðan við tunguna á honum. Jesus hyggur upp móti himli, suffar og sigur: „Lat teg upp!“ Tá fær maðurin hoyrnina og hann verður førur fyri at tosa.

Fólkini hámeta Jesus sum hevur grøtt hesi mongu, og siga: „Hann hevur gjørt alt væl; Hann bæði ger, at deyv hoyra, og at málleys tala!“ Matteus 15:21-31; Markus 7:24-37.

▪ Hví grøðir Jesus ikki alt fyri eitt barnið hjá tí griksku kvinnuni?

▪ Hvar fer Jesus síðan við lærisveinum sínum?

▪ Hvussu miskunnar Jesus einum deyvum og næstan stummum manni?