Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Morð á eini føðingardagsveitslu

Morð á eini føðingardagsveitslu

Kapittul 51

Morð á eini føðingardagsveitslu

TÁ JESUS hevur givið ápostlum sínum leiðbeining, sendir hann teir út í økið tveir og tveir. Líkt er til at brøðurnir Pætur og Andrias fylgjast, og Jákup og Jóhannes, Filip og Bartolomeus, Tummas og Matteus, Jákup og Taddeus, og Símun og Judas Iskariot. Tey seks liðini av evangeliiboðarum kunngera gleðiboðskapin um Ríkið og grøða á undurfullan hátt alla staðir teir koma.

Ímeðan er Jóhannes Doypari enn í fongslinum. Har hevur hann nú sitið í skjótt tvey ár. Tú minnist kanska at Jóhannes alment hevði sagt at Heródes Antipas ikki átti at tikið sær Heródias, konu Filip bróður hansara. Heródes Antipas segði seg fylgja Móselógini, tí var tað rætt at Jóhannes avdúkaði hjúnabandsbrotið. Men Heródes fekk Jóhannes fongslaðan, kanska tí Heródias strongdi á.

Heródes Antipas veit at Jóhannes er rættvísur, honum dámar væl at hoyra hann. Tí ivast hann nógv í hvat hann skal gera við hann. Heródias, aftur ímóti, hatar Jóhannes og roynir at fáa hann dripnan. Umsíðir kemur møguleikin hon hevur bíðað eftir.

Stutt fyri páskir ár 32 ger Heródes stóra veitslu á føðingardegi sínum. Allir stórmenn og herleiðarar hjá Heródesi og allir leiðandi borgarar í Galilea eru við. Um kvøldið verður dóttir Heródiasar við fyrra manninum Filip, hin unga Salome, send inn at dansa fyri gestunum. Menninir á staðnum hyggja bergtiknir at dansi hennara.

Heródes er sera væl nøgdur við Salome. „Bið meg um, hvat tú so vilt, og eg skal geva tær tað!“ sigur hann. Ja, hann svør eisini: „Hvat tú so biður um, skal eg geva tær, líka til helvtina av ríki mínum!“

Áðrenn Salome svarar fer hon út at ráðføra seg við móður sína: „Hvat skal eg biðja um?“ spyr hon.

Nú fekk hon kjansin! „Um høvd Jóhannesar doypara!“ svarar Heródias uttan at himprast.

Salome skundar sær aftur til Heródesar og sigur: „Eg vil, at tú nú alt fyri eitt gevur mær høvd Jóhannesar doypara á fati.“

Heródes verður ógvuliga ólukkuligur. Men av tí at gestirnir hoyrdu hann svørja torir hann ikki at sýta, um hann so skal drepa ein ósekan mann. Hann gevur tey ræðuligu boðini, og alt fyri eitt verður ein bøðil sendur oman í fongslið. Hann er skjótur aftur, og við sær hevur hann høvd Jóhannesar á einum fati sum hann rættir Salome. Hon gevur so móður síni tað. Tá lærisveinar Jóhannesar frætta hvat ið er hent, koma teir eftir líkinum og jarða tað. Síðan siga teir Jesusi frá hendingini.

Tá Heródes seinni kemur eftir, at Jesus grøðir fólk og rekur út illar andar, verður hann bangin fyri at tað er Jóhannes sum er risin upp frá hinum deyðu. Nú vil hann ógvuliga fegin hitta Jesus — ikki fyri at hoyra hann prædika, men fyri at vita um hann hevur nakað at óttast ella ikki. Matteus 10:1-5; 11:1; 14:1-12; Markus 6:14-29; Lukas 9:7-9.

▪ Hví er Jóhannes fongslaður, og hví vil Heródes ikki taka hann av døgum?

▪ Hvussu fær Heródias umsíðir Jóhannes dripnan?

▪ Hví ynskir Heródes at hitta Jesus eftir deyða Jóhannesar?