Nógvir lærisveinar fara frá Jesusi
Kapittul 55
Nógvir lærisveinar fara frá Jesusi
Í EINARI sýnagogu í Jerúsalem greiðir Jesus frá leikluti sínum sum tað sanna breyðið av himli. Hetta tykist at vera eitt framhald av tí hann segði við fólkini sum funnu hann tá tey komu aftur av eysturstrondini við Galileavatnið, har tey høvdu etið av breyðunum og fiskunum sum Jesus fekk til vega á undurfullan hátt.
Nú heldur hann fram og sigur: „Breyðið, ið Eg gevi, er hold Mítt, sum Eg gevi, fyri at heimurin skal liva.“ Bara tvey ár frammanundan, um várið ár 30, segði Jesus Nikodemusi at Gud elskaði heimin so mikið at hann gav son sín sum frelsara. Nú vísir Jesus so á at hvør tann í mannaheiminum sum ímyndarliga etur hold hansara, tað vil siga trýr á tað offrið hann skjótt skal lata, fær ævigt lív.
Men fólkini taka tað illa upp: „Hvussu kann Hann geva okkum hold Sítt at eta!“ spyrja tey. Jesus vil hava tey at skilja at tað er í fluttari merking. Tí sigur hann nú nakað sum er uppaftur meiri ódámligt, um tað verður tikið bókstavligt.
„Eta tit ikki hold Menniskjasonarins, og drekka tit ikki blóð Hansara,“ sigur Jesus, „hava tit ikki lív í tykkum. Tann, ið etur hold Mítt og drekkur blóð Mítt, hevur ævigt lív, og Eg skal reisa hann upp síðsta dag. Tí hold Mítt er av sonnum matur, og blóð Mítt er av sonnum drekka. Tann, ið etur hold Mítt og drekkur blóð Mítt, verður í Mær, og Eg verði í honum.“
Var tað mannaát Jesus tosaði um, hevði læra hansara sjálvandi ljóðað ógvuliga ódámlig. Men sjálvsagt tosar hann ikki um at eta hold ella drekka blóð í bókstavligari merking. Hann vísir bert á at øll sum vilja fáa ævigt lív mugu trúgva á tað offrið hann skal lata — hansara fullkomna mannalikam og úthelta lívsblóð. Men sjálvt ímillum lærisveinar Jesusar eru nógvir sum ikki gera sær ómak at fata tað hann sigur. Teir halda fyri: „Hetta er hørð tala; hvør orkar at hoyra hana!“
Jesus veit at nógvir av lærisveinum hansara taka sær ilt av hesum og sigur tí: „Er hetta tykkum ástoyt? Hvat, um tit tá fáa at síggja Menniskjasonin fara upp, hagar sum Hann var áður! . . . orðini, ið Eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív. Men nakrir eru av tykkum, sum ikki trúgva.“
Hann heldur fram: „Tí var tað, Eg segði tykkum, at eingin kann koma til Mín, uttan tað er honum givið av Faðirinum.“ Hetta ger at nógvir lærisveinar taka seg burtur frá honum og ikki longur fylgja honum. Tí spyr Jesus nú teir tólv ápostlarnar: „Ætla eisini tit at rýma?“
Pætur svarar honum: „Harri! Hvønn skulu vit fara til! Tú hevur orð hins æviga lívs, og vit hava trúð og fingið at síggja, at Tú ert hin Heilagi Guds.“ Ein vakur vitnisburður um loyalitet, ikki minst tá hugsað verður um at Pætur og hinir ápostlarnir kanska ikki til fulnar skilja hetta sum Jesus nú lærir!
Jesus gleðist um svarið frá Pæturi, men sigur tó: „Havi Eg ikki útvalt tykkum tólv! Og ein tykkara er djevul!“ Hann tosar um Judas Iskariot. Kanska varnast hann longu nú „byrjanina“ til ein órættan atburð hjá Judasi.
Fólkini kenna seg helst vónsvikin av Jesusi tí hann ikki vildi vera kongur teirra, og tey hugsa kanska sum so: ’Hvussu kann hann vera Messias, tá hann ikki vil átaka sær Messiasar yrki?’ Tann hendingin stendur helst klár í huga teirra. Jóhannes 6:51-71; 3:16.
▪ Hvønn offrar Jesus hold sítt fyri, og hvussu ’eta’ tey tað?
▪ Hvørji onnur orð av munni Jesusar skaka mannamúgvuna, men hvat meinar hann?
▪ Hvussu svarar Pætur tá nógv halda uppat at fylgja Jesusi?