Navnframasta prædikan nakrantíð
Kapittul 35
Navnframasta prædikan nakrantíð
HENDINGIN er ein hin minniligasta í bíbliusøguni: Jesus situr á eini fjallalíð og heldur víðagitnu fjallaprædiku sína. Hetta er tætt við Galileavatnið, helst nærindis Kapernaum. Eftir at Jesus alla náttina hevur biðið til Gud, hevur hann beint nú valt tólv av lærisveinum sínum til ápostlar. Hann er so komin oman á henda slættan á fjallinum í fylgi við øllum hinum.
Jesus má vera ógvuliga móður, og ein skuldi trúð at hann nú legði seg at sova. Men stórir skarar eru komnir, summi allan vegin úr Judea og Jerúsalem, umleið 100 kilometrar hiðani. Onnur eru komin av landsleiðini norðanfyri við Týrus og Sidon. Tey eru komin at hoyra Jesus og verða grødd fyri sjúkur sínar. Eisini fólk sum eru plágað av illum andum (Satans óndu einglum) hava leitað sær higar.
Tá Jesus kemur oman treingjast hini sjúku um hann fyri at fáa nomið við hann, og hann grøðir øll. Ætlandi fer Jesus síðan longri niðaná. Har setist hann og tekur at læra skararnar á slættanum frammanfyri. At hugsa sær! Nú er eingin, ikki ein einasti í allari mannamúgvuni, álvarsliga sjúkur!
Fólkini eru spent at hoyra læraran sum er førur fyri at gera slík undurverk. Men í høvuðsheitum heldur Jesus prædiku sína til gagn fyri lærisveinar sínar, sum helst hava savnað seg so teir standa næstir honum. Men fyri at eisini vit kunnu fáa gagn av prædiku hansara hava bæði Matteus og Lukas skrivað hana.
Fjallaprædikan í Matteusar evangelium er umleið fýra ferðir longri enn í Lukasar evangelium. Okkurt í Fjallaprædikuni hjá Matteusi, verður hjá Lukasi nevnt sum hevði Jesus sagt tað eina aðru ferð í tænastutíð síni. Tað sæst um vit samanbera Matteus 6:9-13 við Lukas 11:1-4, og Matteus 6:25-34 við Lukas 12:22-31. Hetta skuldi tó ikki komið óvart á okkum. Jesus hevur ivaleyst lært tað sama meir enn eina ferð, og Lukas hevur valt at siga frá onkrum í frálæruni í øðrum sambandi.
Tað sum ger prædikuna hjá Jesusi so virðismikla er ikki einans andaliga dýpdin í innihaldinum, men eisini hansara einfalda og greiða framførsla av sannleikunum. Hann nýtir royndir úr gerandislívinum og slíkt sum fólk kenna til, so tankar hansara verða lættir at skilja hjá teimum sum ynskja eitt betri lív í samsvar við Guds vilja.
Hvørji eru veruliga lukkulig?
Øll vilja fegin vera lukkulig. Við hesum í huga leggur Jesus í fjallaprædiku síni fyri við at siga hvørji ið veruliga eru lukkulig. Soleiðis fær hann alt fyri eitt tann stóra áhoyraraskaran at geva ans. Kortini munnu nógv halda fyrstu orð hansara vera sjálvmótsigandi.
Jesus vendir sær til lærisveinarnar og byrjar: „Sæl eru tit fátæku; tí ríki Guds er tykkara. Sæl eru tit, sum nú hungra; tí tit skulu verða mettað. Sæl eru tit, sum nú gráta; tí tit skulu læa. Sæl eru tit, táið menniskjuni hata tykkum . . . Gleðist tann dag og leypið av frøi! Tí løn tykkara er stór í Himli.“
Soleiðis sigur Lukas frá innganginum til fjallaprædiku Jesusar. Men sambært Matteusi sigur Jesus eisini at spakfør, miskunnsom, hjartarein og tey sum fáa frið í lag, eru lukkulig. Jesus ger vart við at tey eru lukkulig tí tey skulu arva jørðina og finna miskunn, og tí tey skulu síggja Gud og kallast børn Guds.
Tá Jesus talar um at vera lukkuligur, hugsar hann ikki bara um at vera skemtingarsamur ella kátur, sum tá vit stuttleika okkum. Sonn lukka er inniligari, ber í sær hugsanina um nøgdsemi, eina kenslu av at liva eitt ríkt og nøktandi lív.
Sostatt vísir Jesus at tey sum veruliga eru lukkulig, eru fólk ið viðurkenna andaliga tørv sín, harmast syndigu støðu sína, men læra at kenna Gud og tæna honum. Hóast hatað ella forfylgd av tí at tey gera Guds vilja, eru tey lukkulig tí tey vita at tey toknast Gudi, og at lønin tey fáa frá honum er ævigt lív.
Men mong ið hoyra Jesus halda kortini, sum nógv í dag, at lukka menniskjans er treytað av ríkdómi og at kunna njóta alt tað lívið hevur at bjóða. Jesus veit, at so er ikki. Hann vísir á ein mótsetning sum man gera nógvar áhoyrarar bilsnar, hann sigur:
„Men vei tykkum, tit ríku! Tí tit hava longu fingið troyst tykkara. Vei tykkum, tit, sum nú eru mett! Tí tit skulu hungra. Vei tykkum, tit, sum nú læa! Tí tit skulu syrgja og gráta. Vei tykkum, táið øll menniskju tosa væl um tykkum! Á sama hátt gjørdu fedrar teirra við lygiprofetarnar.“
Hvat meinar Jesus? Hví harmar hann tey ríku sum stuttleika sær og njóta lívið og fáa rós frá menniskjum? Jú, tá ein eigur og elskar alt hetta, verður tænastan fyri Gudi, sum er einasta keldan til sanna lukku, útihýst úr lívi hansara. Hinvegin meinti Jesus ikki at fátækdómur, hungur og sorg í sjálvum sær gera menniskjað lukkuligt. Tey ið eru so illa fyri, taka kortini ofta betur ímóti læru Jesusar, og verða soleiðis signað við sannari lukku.
Síðan sigur Jesus við lærisveinar sínar: „Tit eru salt jarðarinnar.“ Hann meinar sjálvandi ikki at teir eru salt í bókstavligari merking. Men salt er eitt varðveitandi evni, eitt haldevni. Ein stórur dungi av salti lá nærindis altarinum í Jehova templi, og prestarnir saltaðu offrini við tí.
At Jesu lærisveinar eru „salt jarðarinnar“ merkir at teir við boðanini hava varðveitandi árin á onnur. Øll sum taka ímóti boðskapinum teir boða, kunnu nevniliga varðveita lívið! Lívið hjá slíkum menniskjum verður tá eisini ríkað við eginleikum sum støðufesti, loyaliteti og trúfesti, og tey verða soleiðis vard ímóti andaligari og siðiligari spillu.
„Tit eru ljós heimsins,“ sigur Jesus við lærisveinar sínar. ’Tey tendra ikki ljós og seta tað undir skeppumálið — nei, í ljósastakan.’ Tí heldur Jesus fram: „Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum.“ Hetta gera Jesu lærisveinar bæði við síni almennu boðan og við at tæna sum lýsandi fyrimyndir í atburði sum samsvarar við meginreglur Bíbliunnar.
Livireglur á høgum støði
Í eygum trúarleiðaranna brýtur Jesus Guds lóg og nýliga løgdu teir eisini ráð saman um at drepa hann. Tí sigur Jesus víðari í fjallaprædiku síni: „Hugsið ikki, at Eg eri komin at seta lógina úr gildi — ella profetarnar! Eg eri ikki komin at seta úr gildi, men at fullkoma.“
Jesus hávirðir Guds lóg, og hann eggjar øðrum til tað sama tá hann sigur: „Hvør tann, sum tí brýtur eitt hitt minsta av hesum boðum og lærir menniskju so, skal kallast hin minsti í ríki Himmiríkis,“ og tað merkir at eitt sovorðið menniskja als ikki kemur inn í Ríkið.
Jesus vanvirðir als ikki Guds lóg, tvørturímóti — hann fordømir enntá sjálvan hugburðin ið fær summi at bróta hana. Hann vísir til Lógina ið sigur: „Tú mást ikki drepa,“ og leggur so aftrat: „Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum.“
At goyma vreiði ímóti sínum næsta er ógvuliga álvarsamt — tað kann elva til morð. Tí lýsir Jesus við eini mynd hvussu stóran týdning tað hevur at fáa frið í lag. Hann sigur: „Um tær tí kemur í hug, táið tú bert fram gávu tína á altarið, at bróðir tín hevur okkurt ímóti tær, lat tá gávu tína liggja har framman fyri altarið og far og verð fyrst samdur við bróður tín — kom so og ber fram gávu tína!“
Jesus heldur fram og ger vart við sjeynda boðið, tá hann sigur: „Tit hava hoyrt, at sagt er: „Tú mást ikki dríva hor.““ Men Jesus fordømir enntá eina støðuga skeiva áskoðan á hjúnabandsbrot. „Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum.“
Her sipar Jesus ikki bara til tá onkur siðleysur tanki fer framvið, men til at ein áhaldandi „hyggur á kvinnu og hevur hug á henni“. Tann ið støðugt ger hetta, vekur eina girnd sum, tá høvi býðst, kann elva til hjúnabandsbrot. Hvussu kunnu vit forða fyri at slíkt hendir? Aftur vísir Jesus við eini mynd hvørji ógvislig ráð ið eru til at taka. Hann sigur: „Um nú høgra eyga títt freistar teg, so rív tað út og kasta tað frá tær! . . . Og um høgra hond tín freistar teg, so høgg hana av og kasta hana frá tær!“
Fólk eru vanliga fús at offra ein bókstavligan lim sum er sjúkur, um tey á tann hátt kunnu bjarga lívinum. Men sambært Jesusi hevur tað uppaftur størri týdning at sleppa sær av við hvat sum helst — tað veri seg líka dýrabart sum eitt eyga ella ein hond — fyri at sleppa undan siðleysum hugsanum og gerðum. Tann sum ikki ger tað, greiðir Jesus frá, verður kastaður í Gehenna (eitt brennandi ruskpláss uttan fyri Jerúsalem), sum ímyndar æviga týning.
Jesus sigur eisini hvussu vit eiga at bera okkum at um onkur ger fortreð ella særir okkum. „Men Eg sigi tykkum, at tit skulu ikki seta tykkum ímóti hinum illa,“ eru ráð hansara. „Nei, slær onkur teg undir høgra vanga, so vend honum hin við!“ Jesus meinar ikki at vit ikki skulu verja okkum sjálvi ella familju okkara um vit verða álopin. Slær onkur teg undir vangan er tað ikki fyri at tú skalt fáa kropsligt mein av tí, tað er heldur fyri at gera teg firtnan. Jesus sigur altso, at um onkur roynir at eggja til stríð ella kjak, antin við at sláa okkum bókstavliga við opnari hond ella við ágangandi talu, so eiga vit ikki at løna teimum tað aftur.
Eftir at Jesus hevur víst til lóg Guds um at elska næsta sín, sigur hann: ’Men Eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara og biðið fyri teimum, ið søkja at tykkum.’ Hann vísir at sterkar grundir eru fyri hesum, tá hann leggur aftrat: „Fyri at tit kunnu verða børn Faðirs tykkara, sum í Himli er! Tí Hann letur sól Sína renna upp yvir ónd og góð.“
Jesus endar henda partin av prædiku síni við áminningini: „Tit skulu tí vera fullkomin, eins og himmalski Faðir tykkara er fullkomin.“ Jesus meinar ikki at vit skulu vera fullkomin við øllum sum tað ber við sær, men at vit við at taka eftir Gudi kunnu styrkja kærleikan so hann eisini fevnir um fíggindar okkara. Lukas týðir orðini hjá Jesusi soleiðis: „Verið miskunnsom, eins og Faðir tykkara er miskunnsamur!“
Bøn og álit á Gud
Tá Jesus heldur fram við prædiku síni, fordømir hann lótirnar hjá teimum ið gera seg upp við einum eiti av gudsótta. „Táið tú gevur olmussu,“ sigur hann, „mást tú tí ikki lata blása í lúður fyri tær, sum hyklararnir gera.“
Jesus heldur fram og sigur: „Táið tit biðja, mugu tit ikki vera sum hyklararnir; tí teimum dámar at standa í sýnagogum og á vegamótum og biðja, fyri at teir kunnu verða sæddir av menniskjum.“ Í staðin fyri gevur hann hesa vegleiðing: „Men tú, táið tú biður — far inn í kamar títt, lat aftur hurð tína, og bið til Faðir tín, sum er í loyndum!“ Jesus bað sjálvur alment, so tað kann ikki vera hetta hann fordømir. Nei, hann fordømir bønir sum verða sagdar fyri at fáa áhoyrararnar at undrast og koma við lovorðum og rósi.
Jesus gevur eisini hesi ráð: „Í bønum tykkara mugu tit ikki fáfongt taka orðini upp í saman — sum heidningarnir.“ Jesus meinar ikki at endurtøka sum so er skeiv. Á einum sinni brúkti hann sjálvur fleiri ferðir „somu orð“ í bøn síni. Tað honum ikki dámar er at fólk læra ramsur uttanat og siga tær „upp í saman“, sum tey ið biðja við rósukransi.
Fyri at hjálpa áhoyrarum sínum at biðja lærir Jesus teir eina bøn við sjey áheitanum, eina mynsturbøn. Tríggjar tær fyrstu vísa av røttum týdningin av at viðurkenna fullveldi Guds og ætlanir hansara. Biðið verður um at Guds navn má verða halgað, at ríki hansara má koma, og um at vilji hansara má verða. Hinar fýra áheitanirnar eru persónligar, nevniliga um ta dagligu føðina, um fyrigeving fyri syndir, um ikki at verða freistað meir enn vit eru før fyri at standa ímóti, og um at verða frelst frá hinum illa.
Jesus heldur fram og vísir á vandan í at leggja ov stóran dent á materiellar ognir. Hann áminnir: „Savnið tykkum ikki skattir á jørðini, har mølur og rustur eta, og tjóvar bróta inn og stjala!“ Slík virði eru ikki bara forgongilig, tey geva okkum heldur ongan vinning hjá Gudi.
Tí sigur Jesus: „Nei, savnið tykkum skattir í Himli.“ Hetta gerst við at tæna Gudi fram um alt annað í lívinum. Eingin kann stjala vinningin ella lønina hetta gevur hjá Gudi. „Tí,“ leggur Jesus aftrat, „har sum skattur tín er, verður hjarta títt við.“
Jesus heldur fram at tala um vandan við materialismu og sigur: „Eygað er ljós likamsins; er tí eyga títt frískt, verður alt likam títt ljóst; men er eyga títt sjúkt, verður alt likam títt myrkt.“ Virkar eygað sum tað skal, hjálpir tað likaminum á sama hátt sum ein tendrað lampa ið lýsir á einum myrkum stað. Men fyri at síggja rætt, má eygað vera frískt; tað má kunna stillast so tað vísir ein ávísan lut klárt. Vísir eygað ikki klárt, mistaka vit okkum og taka materiellar ognir fram um tænastuna fyri Gudi, og hetta hevur við sær at alt „likam“ okkara verður myrkt.
Jesus setir alt upp á pláss við hesi sterku mynd: „Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. — Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.“
Eftir at hava givið hesa leiðbeining vissar Jesus áhoyrarar sínar um at teimum ikki nýtist at stúra fyri tí materiella tørvinum um teir tæna Gudi fram um alt annað. „Hyggið at fuglum himmalsins!“ sigur hann. „Teir sáa ikki, teir heysta ikki, teir savna ikki í løður, og himmalski Faðir tykkara føðir teir.“ So spyr hann: „Eru tit ikki mangan meiri verdir enn teir!“ Síðan vísir hann til liljurnar á markini og viðmerkir at „ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra“. Hann heldur áfram: „Klæðir nú Gud so grasið á markini, . . . skal Hann tá ikki mikið meiri klæða tykkum, tit trúarveiku!“
Jesus kemur tí til hesa niðurstøðu: „Tí skulu tit ikki stúra og siga: „Hvat skulu vit eta?“ ella: „Hvat skulu vit drekka?“ ella „Hvat skulu vit fara í?“ . . . himmalski Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar alt hetta. Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!“
Vegurin til lívið
Vegurin til lívið er at fylgja Jesu læru. Men tað er ikki so lætt. Fariseararnir, til dømis, hava lyndi til at døma onnur strangliga, og nógv taka eftir teimum. Tá Jesus heldur fram við fjallaprædiku síni gevur hann tí hesa áminning: „Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd.“
Tað er vandamikið at bera seg at sum hinir atfinningarsomu fariseararnir. Sambært frásøgnini í Lukasar evangelium lýsir Jesus vandan við orðunum: „Man blindur kunna leiða blindan! Koma teir ikki báðir at falla í grøvina!“
At finnast ov nógv at øðrum, gera mistøkini hjá teimum størri og vera kvikur at høgga niður á tey, er álvarsamt misbrot. Tí spyr Jesus: „Hvussu fært tú sagt við bróður tín: „Lat meg taka flísina út úr eyga tínum!“ — tú, sum sjálvur gongur við bjálka í eyganum! Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá kanst tú síggja væl at taka flísina út úr eyga bróður tíns!“
Hetta merkir ikki at Jesu lærisveinar ikki skulu duga á at skyna, tí hann sigur: „Gevið ikki hundum hitt heilaga! Og kastið ikki perlur tykkara fyri svín.“ Sannleikarnir úr orði Guds eru heilagir. Teir eru sum ímyndarligar perlur. Men um onkur leggur líka lítið í hesar virðismiklu sannleikar sum hundar ella svín, skulu Jesu lærisveinar lata slík menniskju vera og leita eftir teimum ið eru gløggari.
Hóast Jesus longu hevur umrøtt bøn í fjallaprædiku síni dregur hann nú fram týdningin av at vera áhaldandi. „Biðið,“ áminnir hann, „so skal tykkum verða givið!“ Fyri at lýsa hvussu viliga Gud svarar bønum spyr Jesus: „Hvør er tann maður tykkara millum, sum gevur syni sínum stein, táið hann biður hann um breyð, . . . Vita nú tit, sum ónd eru, at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá ikki Faðir tykkara, sum í Himli er, geva teimum góðar gávur, sum biðja Hann!“
Eftir hetta ber Jesus fram tað sum síðan er vorðið ein kend fyrimynd viðvíkjandi atburði, vanliga nevnd Gylta Reglan. Hann sigur: „Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum.“ At liva eftir hesi reglu ber í sær at vit taka stig til at gera øðrum gott, og fara við teimum sum vit sjálvi vilja verða viðfarin.
Vegurin til lívið er ikki lættur vísir Jesus tá hann sigur: „Farið inn um hitt tronga portrið! Tí portrið er vítt, og vegurin er breiður, sum førir til undirgang, og tey eru mong, sum fara inn um tað; og portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið, og tey eru fá, sum finna hann.“
Vit kunnu lættliga verða villleidd. Tí sigur Jesus ávarandi: „Varðið tykkum fyri lygiprofetunum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru glúpskir úlvar innan!“ Júst sum góð trø og ring trø kunnu kennast á ávøkstinum, sigur Jesus, kunnu lygiprofetar kennast á atburðinum og læruni teir hava.
Jesus greiðir víðari frá at tað ikki bara er tað eitt menniskja sigur ið ger tað til lærisvein hansara, men tað viðkomandi ger. Summi nevna Jesus Harra, men um tey ikki gera vilja Faðirs hansara sigur hann teimum bart út: „Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!“
Jesus endar prædiku sína við hesum minniligu orðum: „Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð Míni og ger eftir teimum, verður líkur vitigum manni, ið bygdi hús sítt á hellu. Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; men tað fall ikki, tí tað var grundað á hellu.“
Hinvegin sigur Jesus: „Men hvør tann, ið hoyrir hesi orð Míni og ger ikki eftir teimum, verður líkur dára, ið bygdi hús sítt á sandi. Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; og tað fall, og fall tess var stórt.“
Tá Jesus endar prædiku sína er fólkið ovfarið av læru hansara, tí hann lærir tey sum ein ið hevur myndugleika og ikki sum trúarleiðarar teirra. Lukas 6:12-23; Matteus 5:1-12; Lukas 6:24-26; Matteus 5:13-48; 6:1-34; 26:36-45; 7:1-29; Lukas 6:27-49.
▪ Hvar er Jesus staddur tá hann heldur navnframastu prædiku sína? Hvør er hjástaddur, og hvat er farið fram beint frammanundan?
▪ Hví er tað ikki óvæntað at Lukas í frásøgu síni nevnir okkurt úr prædikuni í øðrum samanhangi?
▪ Hvat ger prædiku Jesusar so virðismikla?
▪ Hvørji eru veruliga lukkulig, og hví?
▪ Hvønn sigur Jesus vei yvir, og hví?
▪ Hvussu eru Jesu lærisveinar „salt jarðarinnar“ og „ljós heimsins“?
▪ Hvussu vísir Jesus Guds lóg stóra virðing?
▪ Hvørji ráð gevur Jesus viðvíkjandi tí sum kann elva til morð og hjúnabandsbrot?
▪ Hvat meinar Jesus tá hann sigur vit skulu venda hin vangan til?
▪ Hvussu kunnu vit vera fullkomin, eins og Gud er fullkomin?
▪ Hvat lærir Jesus viðvíkjandi bøn?
▪ Hví eru himmalsk virði størri enn alt annað, og hvussu savna vit tey?
▪ Hvørjar myndir kunnu hjálpa okkum undan materialismu?
▪ Hví sigur Jesus tað vera óneyðugt at stúra?
▪ Hvat sigur Jesus um at døma onnur, og hvussu vísir hann at lærisveinar hansara kortini skulu duga á at skyna í sambandinum við onnur?
▪ Hvat sigur Jesus annars um bøn, og hvørja livireglu gevur hann?
▪ Hvussu vísir Jesus at vegurin til lívið ikki er lættur og at ein skjótt kann verða villleiddur?
▪ Hvussu endar Jesus prædiku sína, og hvørja ávirkan hevur hon?