Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Pætur avnoktar Jesus

Pætur avnoktar Jesus

Kapittul 120

Pætur avnoktar Jesus

EFTIR at Pætur og Jóhannes í Getsemane garðinum fóru frá Jesusi og bangnir tóku til rýmingar saman við hinum ápostlunum, steðga teir nú á. Kanska fáa teir Jesus aftur meðan hann verður førdur heim til Annas. Tá Annas sendir hann víðari til Kaifas høvuðsprest, fylgja Pætur og Jóhannes eftir nakað væl aftaná. Teir bera eyðsæð ótta fyri lívinum um somu tíð sum teir stúra fyri tí sum skal henda Harra teirra.

Tá teir koma til tað stásiliga húsið hjá Kaifasi, sleppur Jóhannes inn í garðin av tí at hann kennir høvuðsprestin. Men Pætur verður standandi við dyrnar uttanfyri. Jóhannes er tó skjótur aftur, hann tosar við tænastugentuna sum heldur vakt við dyrnar, og Pætur fær loyvi at koma innum.

Nú er vorðið kalt, og hússins tænarar hava saman við tænarunum hjá høvuðsprestinum kynt eld við trækoli. Pætur heldur seg aftrat teimum fyri at verma seg meðan hann bíðar eftir úrslitinum av sakarmálinum móti Jesusi. Har, í glæmuni frá eldsloganum, fær gentan sum læt Pætur sleppa inn um dyrnar høvi at hyggja nærri at honum. „Eisini tú vart við Jesusi úr Galilea!“ rópar hon.

Tað skelkar Pætur at hon kennir hann aftur, og hann noktar so øll hoyra, at kenna nakað til Jesus. „Eg hvørki veit ella skilji, hvat tú sigur!“ sigur hann.

So fer Pætur út móti portrinum. Har sær ein onnur genta hann og sigur við tey sum standa har: „Hesin var við Jesusi úr Nazaret!“ Pætur noktar eina ferð aftrat, og svør: „Eg kenni ikki tann mann!“

Pætur verður verandi í garðinum, men roynir at gera so lítið um seg sum møguligt. Kanska er tað hesa løtuna hann hvøkkur við av einum hana sum gelur áðrenn tað lýsir fyri degi. Ímeðan fer sakarmálið móti Jesusi fram, eyðsýniliga onkrastaðni í húsinum oman fyri garðin. Pætur og hini sum bíða í neðra síggja ivaleyst tey ymisku vitnini koma og fara.

Okkurt um ein tími er liðin síðan nakar seinast kendi Pætur aftur sum ein ið var saman við Jesusi. Nú koma fleiri av teimum sum standa har, yvir og siga: „So sanniliga ert tú eisini ein av teimum! Málið, ið tú tosar, sigur frá!“ Ein teirra er skyldmaður Malkusar, sum Pætur høgdi oyrað av. Hann sigur: „Sá eg teg ikki í urtagarðinum við Honum!“

„Eg kenni ikki tann mann!“ tekur Pætur ógvisliga til. Og fyri at fáa tey at skilja at tey fara skeiv, fer hann at banna og svørja — altso at kalla ónt yvir seg sjálvan um hann ikki sigur satt.

Beint tá Pætur triðju ferð hevur noktað at kenna nakað til Jesus, gelur ein hani. Jesus, sum eftir øllum at døma er komin út á ein svala út móti garðinum, vendir sær í somu løtu á og hyggur at honum. Alt fyri eitt minnist Pætur tað Jesus segði bert fáar tímar frammanundan í rúminum í erva: „Áðrenn hanin hevur galið tvær ferðir, skalt tú avnokta Meg tríggjar ferðir.“ Tyngdur av synd síni fer Pætur útum og grætur beiskliga.

Hvussu bar tað til? Pætur sum var so vísur í síni andaligu styrki, hvussu kundi hann avnokta Harra sín tríggjar ferðir upp í slag? Pætur verður ivaleyst tikin á bóli. Sannleikin verður rongdur og Jesus settur fram sum vandamikil brotsmaður. Rætturin verður umbýttur við órættin, og hin óseki dømdur sekur. Eina løtu er trýstið so stórt at Pætur missir fótafestið. Loyalitetskensla hansara skakast knappliga, og til sorg fyri hann sjálvan fær mannaóttin ræði á honum. Hevði tað ongantíð hent okkum! Matteus 26:57, 58, 69-75; Markus 14:30, 53, 54, 66-72; Lukas 22:54-62; Jóhannes 18:15-18, 25-27.

▪ Hvussu sleppa Pætur og Jóhannes inn í garð høvuðsprestsins?

▪ Hvat fer fram inni í húsinum meðan Pætur og Jóhannes eru staddir í garðinum?

▪ Hvussu ofta gelur hanin, og hvussu nógvar ferðir noktar Pætur at kenna Kristus?

▪ Hvat merkir tað at Pætur bannar og svør?

▪ Hvat fær Pætur at avnokta Jesus?