Ríki maður og Lazarus
Kapittul 88
Ríki maður og Lazarus
JESUS hevur akkurát greitt lærisveinum sínum frá hvussu materiellar ognir eiga at verða nýttar, hann hevur sagt teimum at tað ikki ber til at tæna bæði ríkidøminum og Gudi. Men fariseararnir, sum eru pengakærir hava eisini lurtað, og teir taka háðandi til orða ímóti Jesusi. Tí sigur hann við teir: „Tit eru teir, ið gera tykkum sjálvar rættvísar fyri menniskjum, men Gud kennir hjørtu tykkara; tí tað, sum høgt er í eygum manna, er andstygd fyri Gudi.“
Nú eru dagarnir taldir hjá teimum sum eru rík tá talan er um verðsligt góðs, politiskt vald, ella átrúnaðarligt árin og ræði. Slík menniskju skulu eyðmýkjast, meðan tey ið ásanna sín andaliga tørv skulu hevjast upp. Tað er hetta Jesus ger vart við, tá hann heldur áfram við fariseararnar:
„Lógin og profetarnir høvdu tíð sína inntil Jóhannes [Doypara]; síðani tá verður evangeliið um ríki Guds kunngjørt, og ein og hvør treingir seg inn í tað við valdi. Men lættari er, at himmal og jørð forganga, enn at prikkur av lógini gongur úr gildi.“
Teir skriftlærdu og fariseararnir breggja sær av at teir halda Móselógina. Tá Jesus í Jerúsalem á undurfullan hátt gav einum manni sjónina, tóku teir stórorðaðir til: „Vit eru lærisveinar Mósesar. Við Móses hevur Gud talað, tað vita vit.“ Men nú var endamálið við Móselógini rokkið, hon hevði leitt tey eyðmjúku til Jesus Kristus, sum av Gudi var tilnevndur kongur. Frá tí Jóhannes fór undir tænastu sína og frameftir, hava alskyns menniskju, serstakliga eyðmjúk og fátæk, roynt at gerast tegnar í Guds ríki.
Tá nú komið er á mál við Móselógini, er tað ikki longur skylda at halda hana. Lógin loyvir hjúnaskilnað undir ávísum umstøðum, men nú sigur Jesus: „Hvør tann, ið skilst frá konu síni og giftist við aðrari, drívur hor, og hvør tann, ið giftist við kvinnu, sum skild er frá manni sínum, drívur hor.“ Forargilig orð í oyrum farisearanna, helst tí teir loyva fólki at skiljast av nógvum ymiskum orsøkum!
Jesus vendir sær framvegis til fariseararnar og ber nú fram eina myndatalu har støðan hjá tveimum monnum broytist fullkomiliga. Veitst tú hvønn teir báðir menninir lýsa, og hvat broytingin í viðurskiftum teirra merkir?
„Ríkur maður var,“ sigur Jesus, „sum klæddi seg í purpur og dýrt lín og livdi hvønn dag í gleði og góðgæti. Men fátækur maður, ið æt Lazarus, var lagdur fyri portur hansara, fullur í sárum. Hann tráaði eftir at mettast av tí, sum fall av borði hins ríka; men eisini komu hundarnir og sleiktu sár hansara.“
Her gevur Jesus við tí ríka manninum eina lýsing av teimum jødisku trúarleiðarunum, ikki einans farisearunum og hinum skriftlærdu, men eisini saddukearunum og hægstu prestunum. Teir eru ríkir tá talan er um andaligar fyrimunir og møguleikar, og teir bera seg at sum hin ríki maðurin. Klæðini hjá teimum eru kongliga purpurlitt og ímynda hepnu støðu teirra, meðan hitt hvíta línið ímyndar rættvísi teirra í egnum metum.
Hesin hástóri ríkmans-skarin heldur ógvuliga lítið um hini fátæku, og nevnir tey ‛am ha·’aʹrets, jarðarinnar (landsins) fólk. Biddarin Lazarus ímyndar hesi fólkini, sum ikki sleppa fram at andaligum fyrimunum og hollari andaligari føði fyri hinum átrúnaðarligu leiðarunum. Sum Lazarus var fullur í sárum, er tað vanliga fólkið eftir teirra tykki andaliga sjúkt, og bara hundar eru hóskandi felagar hjá teimum. Kortini hungrar og tystir Lazarus-skarin eftir andaligari føði og liggur tískil fyri portrinum í eini roynd at fáa bert eitt lítið sindur av tí andaligu føðini sum kanska dettur av borðinum hjá ríka manni.
Síðan lýsir Jesus broytingarnar sum fara fram hjá ríka manni og Lazarus. Hvørjar eru tær, og hvat lýsa tær?
Støðan broytist hjá ríka manni og Lazarus
Ríki maðurin ímyndar átrúnaðarligu leiðararnar sum hava andaligar fyrimunir og møguleikar, meðan Lazarus ímyndar fólkið ið hungrar eftir andaligari føði. Frásøgan heldur fram, og nú greiðir Jesus frá einari kollvelting í støðuni hjá teimum báðum monnunum.
„Nú doyði hin fátæki;“ sigur Jesus, „og hann varð av einglum borin í fang Ábrahams. Eisini hin ríki doyði og varð jarðaður. Táið hann læt upp eyguni í deyðaríkinum — har hann var í pínu — sá hann Ábraham langt burtur og Lazarus í fangi hansara.“
Av tí at hvørki ríki maður ella Lazarus eru veruligir persónar, men hvør sær ímynda ein bólk av menniskjum, skal deyðin her eisini skiljast ímyndarliga. Hvat merkir tað at teir doyggja?
Beint áðrenn boðaði Jesus frá einari broyting tá hann segði at „Lógin og profetarnir høvdu tíð sína inntil Jóhannes; síðani tá verður evangeliið um ríki Guds kunngjørt“. Tað er sostatt orsakað av boðanini hjá Jóhannesi og Jesusi at bæði ríki maður og Lazarus doyggja viðvíkjandi korunum ella støðuni sum teir fyrr vóru í.
Tey sum hoyra til hin eyðmjúka, angrandi Lazarus-skaran doyggja frá sínum vánaligu andaligu korum og kunnu í staðin njóta guddómliga vælvild. Meðan tey áður leitaðu til trúarleiðararnar eftir molunum ið fullu av teirra andaliga borði, fáa tey nú nøktað sín andaliga tørv við sannleikunum sum Jesus boðar. Á henda hátt sýnir hin størri Ábraham, Jehova Gud, teimum vælvild, tey verða so at siga borin í fang hansara.
Hin vegin falla tey sum hoyra til ríkmans-skaran í ónáði hjá Gudi tí tey áhaldandi nokta at taka ímóti boðskapinum um Guds ríki, sum Jesus boðar teimum. Tey doyggja sostatt frá tí, sum at síggja til, var ein góð støða. Ja, ímyndarliga verður sagt at tey pínast. Lurta nú eftir tí ríki maður sigur:
„Ábraham faðir! Miskunna mær og send Lazarus, so hann kann drepa hitt ytsta av fingri sínum í vatn og leska tungu mína! Tí eg pínist svárliga í hesum loga.“ Pínan hjá teimum einstøku í hesum ríkmans-skaranum er orsakað av teimum brennandi dómsboðunum frá Gudi sum Jesu lærisveinar boða. Tey vilja at lærisveinarnir skulu halda uppat at bera hesi dómsboð, so pínan kann linna.
„Men Ábraham svaraði: „Sonur, minst, at tú fekst góða títt, meðan tú livdi, og Lazarus á sama hátt hitt ringa! Men nú verður hann uggaður her, og tú pínist. Og umframt alt hetta er millum okkum og tykkum stórt djúp fest, so tey, sum vilja fara hiðani yvir til tykkara, skulu ikki kunna, og ei heldur nakar haðani skal kunna koma yvir til okkara.““
At ein so víttfevnandi broyting fer fram hjá bæði Lazarus-skaranum og ríkmans-skaranum er ógvuliga hóskandi! Broytingin verður fullgjørd fáar mánaðir seinni á hvítusunnudegnum ár 33, tá hin nýggi sáttmálin kemur í staðin fyri hin gamla lógarsáttmálan. Tá verður øllum greitt at lærisveinarnir, og ikki fariseararnir og aðrir trúarleiðarar, hava tokka Guds. Stóra ’djúpið’ sum skilur hin ímyndarliga ríka mannin frá lærisveinum Jesusar skal altso lýsa dóm Guds, sum bæði er rættvísur og óbroytiligur.
Ríki maður biður síðan „Ábraham faðir“ um at senda Lazarus „í hús faðirs; tí eg havi fimm brøður“. Á henda hátt viðgongur ríki maður at hann hevur nærri tilknýti til ein annan faðir, sum veruliga er Satan Djevulin. Ríki maður biður um at Lazarus útvatnar dómsboðini frá Gudi so hansara „fimm brøður“, hansara átrúnaðarligu viðhaldsmenn, ikki „við skulu koma í hetta pínustað“.
„Men Ábraham segði við hann: „Teir hava Móses og profetarnar — lurti teir eftir teimum!““ Ja, vilja hinir ’fimm brøðurnir’ sleppa undan pínuni, nýtist teimum bert at geva gætur eftir skriftunum hjá Mósesi og profetunum sum vísa á at Jesus er Messias, og síðan gerast lærisveinar hansara. Men hetta dámar ikki ríka manni: „Nei, Ábraham faðir! Men hevði onkur frá hinum deyðu komið til teirra, so høvdu teir vent við!“
Men hann fær at vita: „Hoyra teir ikki Móses og profetarnar, lata teir seg heldur ikki yvirtala, um onkur rísur upp frá hinum deyðu.“ Gud gevur ikki serlig tekin ella undur at sannføra fólk við. Vil nakar vinna tokka Guds, má hann lesa Bíbliuna og liva eftir henni. Lukas 16:14-31; Jóhannes 9:28, 29; Matteus 19:3-9; Galatiabrævið 3:24; Kolossebrævið 2:14; Jóhannes 8:44.
▪ Hví má deyðin vera ímyndarligur hjá ríka manni og Lazarus, og hvat skal hann lýsa?
▪ Hvørjar broytingar eru sambært Jesusi farnar fram, síðan Jóhannes byrjaði tænastu sína?
▪ Hvat verður tikið burtur við deyða Jesusar, og hvørja ávirkan fær tað á spurningin um hjúnaskilnað?
▪ Hvønn umboða ávikavist ríki maðurin og Lazarus?
▪ Hvat er tað sum pínir hin ríka mannin, og hvat biður hann um fyri at fáa linna?
▪ Hvat lýsir hitt stóra ’djúpið’?
▪ Hvør er veruliga faðir at ríka manni, og hvønn umboða fimm brøður hansara?