Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Rødd Guds ljóðar triðju ferð

Rødd Guds ljóðar triðju ferð

Kapittul 104

Rødd Guds ljóðar triðju ferð

MEÐAN Jesus er í templinum pínist hann av hugsanini um deyðan sum stendur fyri honum. Hann stúrir mest fyri hvussu tað kemur at ávirka virðingina fyri Faðirinum. Tí biður hann: „Faðir, dýrmet navn Títt!“

Tá ljóðar sterk rødd av himli sum sigur: „Eg bæði havi dýrmett tað og skal aftur dýrmeta tað!“

Mannamúgvan sum stendur rundan um er í iva. „Tað var eingil, ið talaði til Hansara!“ taka summi til orða. Onnur vilja vera við at tað var toran ið gekk. Men sanniliga, tað var Jehova sum talaði! Hetta er kortini ikki fyrstu ferð rødd Guds hevur ljóðað í samband við Jesus.

Hálvtfjórða ár frammanundan, tá Jesus varð doyptur, hoyrdi Jóhannes Doypari Gud siga um Jesus: „Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.“ Nakað eftir páskir ár 32, tá Jesus umbroyttist fyri eygunum á Jákupi, Jóhannesi og Pæturi, hoyrdu teir Gud siga: „Hetta er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til — hoyrið Hann!“ Og nú triðju ferð, hin 10. nisan, fýra dagar fyri Jesu deyða, hoyra menniskju aftur Guds rødd. Hesa ferð talar Jehova tó soleiðis at ein stórur skari hoyrir hann!

Jesus greiðir frá: „Ikki fyri Mína skuld kom handa rødd, men fyri tykkara skuld.“ Hon váttar at Jesus veruliga er sonur Guds, hin lovaði Messias. „Nú gongur dómur yvir henda heim,“ heldur Jesus fram, „nú skal høvdingin yvir hesum heimi verða kastaður út.“ Ja, í royndum staðfestir trúfasta lívsleiðin hjá Jesusi at Satan Djevulin, „høvdingin yvir hesum heimi“, hevur uppiborið at verða „kastaður út“, týndur.

Jesus vísir á avleiðingarnar av sínum snarliga deyða og sigur: „Og táið Eg verði lyftur upp frá jørðini, skal Eg draga øll til Mín.“ Deyði hansara er á ongan hátt ein ósigur, tí við honum skal hann draga onnur til sín so tey kunnu fáa ævigt lív.

Men mannamúgvan mótmælir: „Vit hava hoyrt úr lógini, at Kristus verður í allar ævir; hvussu kanst Tú tá siga, at Menniskjasonurin skal verða lyftur upp? Hvør er hesin Menniskjasonur?“

Hóast allar vitnisburðirnar, eitt nú at tey hoyrdu rødd Guds, trúgva tey flestu ikki at Jesus er hin sanni Menniskjasonurin, hin lovaði Messias. Men eins og seks mánaðir frammanundan, á leyvsalahøgtíðini, umtalar Jesus aftur seg sjálvan sum „ljósið“ og hann eggjar áhoyrarar sínar við orðunum: „Trúgvið á ljósið, meðan tit hava ljósið, so tit kunnu verða børn ljóssins!“ Eftir at hava sagt hetta fer Jesus burt og fjalir seg, ætlandi tí lív hansara er hótt.

Jødarnir trúgva ikki á Jesus og uppfylla sostatt orð Esaiasar um at ’tey ikki síggja við eygunum og skilja ikki við hjartanum — og venda ikki við og verða grødd’. Í eini sjón sá Esaias himmalsku hallir Jehova, og saman við Jehova sá hann Jesus í dýrdini hann hevði har áðrenn hann gjørdist menniskja. Men jødarnir uppfylla tað Esaias skrivaði. Treiskir havna teir prógvunum um at Jesus er lovaði frelsari teirra.

Hinvegin koma nógv, eisini av ráðharrunum (eyðsýnliga limir í jødiska hægstarættinum, Sanhedrininum), til trúgv á Jesus. Tveir teirra eru Nikodemus og Jósef úr Arimatea. Men hesir ráðharrarnir gera ikki vart við trúgv sína, ikki í løtuni ið hvussu er, tí teir bera ótta fyri at missa støðu sína í sýnagoguni. Sum teir lissa nógv á tann hátt!

Jesus viðmerkir eisini: „Tann, ið trýr á Meg, trýr ikki á Meg, men á Hann, ið sendi Meg! Og tann, ið sær Meg, sær Hann, ið sendi Meg! . . . Um onkur hoyrir orð Míni og leggur sær tey ikki á hjarta — hann dømi ikki Eg; tí Eg eri ikki komin at døma heimin, men at frelsa heimin. . . . orðið, ið Eg havi talað, skal døma hann síðsta dag.“

Av kærleika til mannaættina sendi Jehova Jesus til jarðar so tey sum trúgva á hann kunnu fáa frelsu. Um vit verða frelst er treytað av at vit lýða orðunum Gud beyð Jesusi at tala. Dómurin verður „síðsta dag“, tað vil siga tey túsund árini tá Kristus hevur ræðið.

Jesus tekur samanum og sigur: „Tí Eg havi ikki talað av Mær sjálvum; nei, Faðirin, sum sendi Meg, hevur givið Mær boð um tað, sum Eg skal siga, og tað, sum Eg skal tala. Og Eg veit, at boð Hansara er ævigt lív. Tað, sum Eg tí tali, tali Eg, soleiðis sum Faðirin hevur sagt Mær.“ Jóhannes 12:28-50; 19:38, 39; Matteus 3:17; 17:5; Esaias 6:1, 8-10.

▪ Tríggjar ferðir hoyrdist rødd Guds í samband við Jesus, nær var tað?

▪ Hvussu sá Esaias profetur dýrd Jesusar?

▪ Hvørjir eru leiðararnir sum fáa trúgv á Jesus, men hví játta teir ikki trúgv sína opinlýst?

▪ Hvat er ’síðsti dagur’, og á hvørjum grundarlagi verða fólk til ta tíð dømd?