Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

„Sanniliga, hesin var Sonur Guds“

„Sanniliga, hesin var Sonur Guds“

Kapittul 126

„Sanniliga, hesin var Sonur Guds“

UM MIDDAGSLEITIÐ, stutt eftir at Jesus er festur til pelan, legst eitt løgið myrkur í tríggjar tímar. Tað kann ikki vera sólarmyrking, tí slíkt hendir bara við tendring, og um páskirnar er fullmáni. Hartil kemur at ein sólarmyrking bert stendur við í fáar minuttir. Myrkrið kemur altso frá Gudi! Hetta man ivaleyst fáa teir sum spotta Jesus at sissast nakað, og kanska tagna teir púra.

Hendir hetta yvirnatúrliga fyribrigdið áðrenn annar brotsmaðurin hevur at lagsmanni sínum og biður Jesus minnast til sín, kann tað vera ein orsøkin til iðran hansara. Kanska er tað í myrkrinum at fýra kvinnur nærkast pínslutrænum, nevniliga móðir Jesusar og systir hennara Saloma, Maria Magdalena og Maria, móðir at Jákupi ápostli Yngra. Jóhannes, hin elskaði ápostulin hjá Jesusi, er við teimum.

Tað nívir Jesu móðir inn at hjartanum at síggja sonin, hann sum hon føddi og hjúklaði um, hanga har og pínast! Og kortini hugsar Jesus minni um sína egnu pínu enn um vælferð hennara. Tað stendur nógv á honum tá hann nikkar móti Jóhannesi og sigur við móður sína: „Kvinna, hygg sonur tín!“ Síðan nikkar hann móti Mariu og sigur við Jóhannes: „Hygg móðir tín!“

Soleiðis áleggur Jesus tí ápostlinum sum hann er serliga góður við, at syrgja fyri móður síni — ið eftir øllum at døma nú er einkja. Tað ger hann tí hinir synirnir hjá Mariu enn ikki vísa seg at trúgva á hann. Hann er á henda hátt fyrimynd við ikki einans at hugsa um tað sum móðurini tørvar likamliga, men eisini andaliga.

Seinnapartin, um trítíðina, sigur Jesus: „Eg tysti.“ Hann kennir á sær at Faðirin so at siga heldur vernd sína aftur, so sakloysi hansara kann verða roynt til fulnar, og rópar við harðari rødd: „Gud Mín, Gud Mín! Hví ert Tú farin frá Mær?“ Nakrir av teimum sum standa har, hoyra tað og siga: „Hann rópar eftir Eliasi!“ Ein teirra loypur við tað sama til, setir ein svamp fyltan við súrum víni á ein rørstav og gevur honum at drekka. Men onnur siga: „Bíðið, latið okkum síggja, um Elias kemur at taka Hann niður!“

Tá Jesus fær tað súra vínið, rópar hann: „Tað er fullgjørt!“ Ja, hann hevur til fulnar gjørt alt sum Faðirin sendi hann til jarðar at gera. At enda sigur Hann: „Faðir! Í hendur Tínar gevi Eg anda Mín.“ Jesus letur sostatt Gudi lívsmegi sína sannførdur um at hann skal fáa hana aftur frá Gudi. So boyggir hann høvdið og doyr.

Í somu løtu sum Jesus andast, skelvur jørðin ógvisliga og klettarnir klovna. Jarðskjálvtin er so harður at minnigravirnar uttan fyri Jerúsalem opnast og líkini verða kastað út. Tey sum ganga framvið og síggja teir deyðu kropparnar, fara inn í býin at siga fólki frá.

Í deyðastundini skrædnar eisini tað stóra forhangið millum Hitt Heilaga og Hitt Alraheilagasta í templi Guds, frá í erva og niður ígjøgnum. Teppið við sínum vakra prýði er helst 18 metrar til hæddar og ógvuliga tungt! Hetta hugtakandi undrið vísir ikki einans vreiði Guds yvir teimum sum drópu son hansara, men tað ímyndar eisini at vegurin til Hitt Alraheilagasta, til sjálvan himmalin, verður latin upp við Jesu deyða.

Tá fólkini varnast jarðskjálvtan og síggja allan tilburðin, verða tey ógvuliga bangin. Heryvirmaðurin sum stílaði fyri avrættingini, gevur Gudi dýrd. „Sanniliga, hesin var Sonur Guds!“ kunnger hann. Kanska var hann hjástaddur undir sakarmálinum hjá Pilatusi, tá Jesus stóð ákærdur fyri at gera seg til son Guds. Og nú ivast hann ikki í at Jesus er sonur Guds, ja, at hann av sonnum er størsta menniskjað ið livað hevur.

Onnur eru eisini ovfarin av teimum undursomu hendingunum, og tá tey fara heim sláa tey seg fyri bróstið sum tekin um djúpa sorg og skemd. Nógvir kvinnuligir lærisveinar hjá Jesusi síggja alt nakað burturfrá og tær eru ógvuliga sinnisrørdar av tí sum fram er farið. Jóhannes ápostul er eisini hjástaddur. Matteus 27:45-56; Markus 15:33-41; Lukas 23:44-49; 2:34, 35; Jóhannes 19:25-30.

▪ Hví kann myrkrið teir tríggjar tímarnar ikki stava frá eini sólarmyrking?

▪ Hvørja góða fyrimynd letur Jesus øllum sum hava gomul foreldur, beint áðrenn hann doyr?

▪ Hvussu ljóða fýra tær seinastu orðingarnar hjá Jesusi áðrenn hann doyr?

▪ Hvørjar fylgjur fær jarðskjálvtin, og hvat ímyndar tað at tempulforhangið skrædnar?

▪ Hvussu ávirkast heryvirmaðurin sum stílaði fyri avrættingini av undrunum?