Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Seinastu páskir Jesusar eru í hondum

Seinastu páskir Jesusar eru í hondum

Kapittul 112

Seinastu páskir Jesusar eru í hondum

MEÐAN týsdagurin 11. nisan er á halli, endar Jesus undirvísing sína av ápostlunum á Oljufjallinum. Nógv hevur verið at gjørt henda strævna dag! Nú, kanska meðan teir fara aftur til Betania at gista, sigur hann við ápostlar sínar: „Tit vita, at um tveir dagar eru páskirnar, og so skal Menniskjasonurin gevast upp at verða pelafestur.“

Tað tykist sum Jesus dagin eftir, mikudagin 12. nisan, er í friði og náðum saman við ápostlum sínum. Dagin fyri hevði hann alment hartað trúarleiðararnar, og hann skilur at teir liggja honum eftir lívinum. Mikudagin vísir hann seg tí ikki úti millum manna, hann vil nevniliga ikki at nakað skal forða honum at halda páskir við ápostlunum kvøldið eftir.

Ímeðan eru hægstu prestarnir og hinir elstu fólksins komnir saman í garðinum hjá høvuðsprestinum, Kaifasi. Teir kenna seg illa av álopunum frá Jesusi dagin fyri og leggja tí saman ráð um at taka hann við svikum og drepa hann. Men teir siga upp í saman: „Ikki um høgtíðina, fyri at fólkið skal ikki verða uppøst!“ Teir óttast fólkið, sum hevur tokka til Jesus.

Meðan trúarleiðararnir óndir leggja ráð saman um at drepa Jesus fáa teir vitjan. Bilsnir síggja teir at tað er ein ápostul hjá Jesusi sjálvum, Judas Iskariot, tann sum frá Satani hevur fingið ta óndu hugsan at svíkja Harra sín! Sum teir frøa seg tá Judas spyr: „Hvat vilja tit lata meg fáa fyri at geva Hann í vald tykkara?“ Teir ganga glaðir inn uppá at lata honum 30 silvurstykki, tað sum ein trælur kostar eftir mosaiska lógarsáttmálanum. Eftir hetta leitar Judas sær høvi at svíkja Jesus tá eingin mannamúgva er hjá.

13. nisan byrjar um sólsetur mikudagin. Jesus kemur úr Jeriko fríggjadag, so hetta er sætta og seinasta nátt hansara í Betania. Dagin eftir, hósdag, er neyðugt at gera tær seinastu fyrireikingarnar til páskirnar sum byrja um sólsetur. Tá skal páskalambið drepast og steikjast í heilum líki. Hvar skulu teir halda høgtíðina, og hvør skal gera fyrireikingarnar?

Jesus hevur ikki sagt teimum tað, møguliga fyri at Judas ikki skal smetta fyri teimum hægstu prestunum so teir handtaka Jesus undir páskahaldinum. Men nú, kanska tíðliga hósdag seinnapartin, sendir Jesus Pætur og Jóhannes úr Betania við orðunum: „Farið og gerið okkum páskalambið til, so vit kunnu eta tað!“

„Hvar vilt Tú, at vit skulu gera tað til?“ spyrja teir.

„Táið tit koma inn í staðin,“ greiðir Jesus teimum frá, „skal maður, ið ber vatnkrukku, møta tykkum; fylgið honum til húsið, sum hann fer inn í, og sigið við húsbóndan í húsinum: „Meistarin sigur: „Hvar er herbergið, sum Eg kann eta páskalambið í við lærisveinum Mínum?““ So skal hann vísa tykkum stóran sal, til reiðar at halda máltíð í; har skulu tit gera tað til.“

Húsbóndin er uttan iva ein Jesu lærisveinur sum kanska hevur væntað at Jesus skuldi biðja um loyvi at nýta hús hansara til hetta serliga høvi. Ið hvussu er finna Pætur og Jóhannes, tá teir koma inn í Jerúsalem, at alt er sum Jesus hevur sagt frá. Teir báðir syrgja so fyri at lambið er tilgjørt og alt er til reiðar til páskahaldið hjá teimum 13, Jesusi og tólv ápostlum hansara. Matteus 26:1-5, 14-19, NV; Markus 14:1, 2, 10-16; Lukas 22:1-13; 2 Mósebók 21:32.

▪ Hvat ger Jesu eftir øllum at døma mikudagin, og hví?

▪ Hvat fyri møti verður hildið heima hjá høvuðsprestinum, og hvat hevur Judas í hyggju tá hann kemur at vitja trúarleiðararnar?

▪ Hvønn sendir Jesus til Jerúsalem hósdagin, og við hvørjari ætlan?

▪ Hvat finna teir sum vórðu sendir avstað, ið enn eina ferð prógvar at Jesus hevur undurfullar gávur?