Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sorg einkjunnar broytist til gleði

Sorg einkjunnar broytist til gleði

Kapittul 37

Sorg einkjunnar broytist til gleði

STUTT eftir at Jesus hevur grøtt tænara heryvirmansins, fer hann til Nain, ein bý sum liggur góðar 30 kilometrar í ein útsynning úr Kapernaum. Lærisveinar hansara og hópur av fólki fylgja honum. Tað líður helst móti kvøldi tá teir nærkast útjaðaranum á Nain. Her møta teir einum líkfylgi. Ein ungur maður er deyður, og tey bera hann út um býin at verða grivin.

Hetta er ein sannur sorgarleikur hjá móðurini sum situr eftir, tí hon er einkja og hetta er einasta barn hennara. Tá maðurin doyði, fann hon ugga í soninum. Vónir, ynski og framtíðarútlit hennara vóru øll knýtt at honum. Nú kann eingin ugga hana. Hon er niðurboygd av sorg meðan fólk í býnum fylgja henni til legstaðin.

Tá Jesus ber eyga við kvinnuna, nítur tað hann inn at hjartanum at síggja stóru sorg hennara. Mildur, og kortini so fastur at hon fær álit á honum, sigur hann við hana: „Grát ikki!“ Framferð og atburður hansara fær mannamúgvuna at geva gætur. Tá hann stígur fram og nemur við líkbøruna, steðga teir ið bera. Øll munnu undrast á hvat hann ætlar.

Gaman í hava tey sum fylgja Jesusi sæð hann grøða nógv sjúk fólk á undurfullan hátt. Men tey munnu ongantíð hava sæð hann vekja upp deyð. Kann hann tað? Við hin deyða unglingin sigur Jesus: „Ungi maður, Eg sigi tær: Reis teg!“ Og maðurin reisir seg! Hann fer at tala, og Jesus letur móður hansara hann.

Tá fólkini síggja at hin ungi maðurin veruliga er á lívi, taka tey til orða: „Stórur profetur er risin upp millum okkara!“ Onnur siga: „Gud hevur vitjað fólk Sítt!“ Tíðindini um hesa stórhending spyrjast skjótt um alt Judea og alt landið har um vegir.

Jóhannes Doypari situr enn fongslaður, og hann vil fegin frætta meir um tað Jesus er mentur at gera. Lærisveinar Jóhannesar siga honum frá tí. Hvørja ávirkan hevur tað á hann? Lukas 7:11-18.

▪ Hvat hendir tá Jesus nærkast Nain?

▪ Hvussu verður Jesus ávirkaður av tí hann sær, og hvat ger hann?

▪ Hvat halda fólkini um undurverkið Jesus ger?