Spurdur um føstu
Kapittul 28
Spurdur um føstu
NÆSTAN eitt ár er liðið síðan Jesus helt páskir ár 30. Jóhannes Doypari hevur sitið fongslaður í fleiri mánaðir nú. Hóast hann vildi hava lærisveinar sínar at fylgja Kristusi, hava ikki allir gjørt tað.
Nú koma nakrir av hesum lærisveinunum hjá tí fongslaða Jóhannesi til Jesus og spyrja: „Hví fasta vit og Fariseararnir so nógv, og lærisveinar Tínir fasta ikki?“ Fariseararnir hava tikið sær fyri sum halgisið at fasta tvær reisur um vikuna, og lærisveinarnir hjá Jóhannesi hava kanska tikið eftir teimum. Ella kanska fasta teir av sorg um at Jóhannes er fongslaður og undrast á at Jesu lærisveinar ikki syrgja sum teir.
Í svari sínum greiðir Jesus frá: „Fara brúðmenninir at syrgja, so leingi sum brúðgómurin er hjá teimum! Men dagar skulu koma, táið brúðgómurin verður frá teimum tikin, og tá skulu teir fasta.“
Lærisveinar Jóhannesar áttu at komið eftir at Jóhannes sjálvur nevndi Jesus brúðgóm. Meðan Jesus er hjá teimum man Jóhannes tí ikki halda tað vera hóskandi at fasta, og tað halda Jesu lærisveinar heldur ikki. Seinni, tá Jesus doyr, fasta og syrgja lærisveinar hansara. Men tá hann rísur upp og fer til himmals nýtist teimum ikki longur at syrgja og fasta.
Síðan sigur Jesus teimum hesi líknilsi: „Eingin setur bót av ótøvdum vaðmáli á gamalt plagg; tí bótin skræðir meiri burtur úr plagginum, og holið verður verri. Ei heldur verður nýtt vín latið í gamlar skinnsekkir; annars spreingjast skinnsekkirnir, og vínið fer fyri einki, og skinnsekkirnir spillast; nei, nýtt vín verður latið í nýggjar skinnsekkir; so varðast báðir partar.“ Hvat hava hesi líknilsini við føstu at gera?
Jesus vildi hava lærisveinar Jóhannesar Doypara at skilja at eingin skuldi vænta at lærisveinar hansara fóru at laga seg eftir gomlu siðunum í jødadóminum, til dømis siðbundnari føstu. Hann var ikki komin at bøta upp á og framleingja gamlar útslitnar trúarskipanir sum stóðu at falla. Kristindómurin skuldi ikki lagast eftir tátíðar jødadóminum við sínum menniskjagjørdu siðum. Nei, hann skuldi ikki vera sum nýggj bót á gamalt plagg ella sum nýtt vín í gomlum skinnsekkjum. Matteus 9:14-17; Markus 2:18-22; Lukas 5:33-39; Jóhannes 3:27-29.
▪ Hvørjir eru vanir at fasta, og hví gera teir tað?
▪ Hví fasta Jesu lærisveinar ikki meðan hann er hjá teimum, og aftaná hava teir bert grund at fasta stutta tíð, hví?
▪ Hvørji líknilsi ber Jesus fram, og hvønn týdning hava tey?