Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Spurningurin um arv

Spurningurin um arv

Kapittul 77

Spurningurin um arv

TAÐ er eyðsýnt at fólk hava frætt at Jesus hevur etið døgurða hjá einum fariseara, tí tá hann kemur út hava tey savnað seg uttanfyri í túsundatali. Ólík farisearunum, sum eru ímóti Jesusi og royna at fanga hann í orðum, lurtar fólkið fegið og við virðing eftir honum.

Jesus vendir sær fyrst til sínar lærisveinar og sigur: „Varðið tykkum fram um alt fyri súrdeiggi Farisearanna, sum er hykl!“ Ja, sum Jesus hevði víst á meðan teir ótu, er øll trúarskipan farisearanna full av hykli. Óndskapur teirra kann liggja fjaldur undir einum frómum yvirbragdi, men at enda verður tað avdúkað. „Einki er dult, sum ikki skal koma upp, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt,“ sigur Jesus.

Síðan tekur hann uppaftur tað sum hann eggjaði hinar tólv við tá hann sendi teir út at boða í Galilea. Hann sigur: „Óttist ikki fyri teimum, ið drepa likamið, men so ikki fáa gjørt meir!“ Tá Gud minnist hvønn einasta spurv, vissar Jesus lærisveinar sínar um at Gud ikki gloymir teir. Hann heldur fram: „Men táið tey leiða tykkum fram fyri sýnagogur og fyri yvirvøldina og teir, ið valdið hava, . . . skal [Heilagi Andin] í somu stund læra tykkum tað, sum tit skulu siga.“

Ein maður úr mannamúgvuni tekur nú til orða: „Meistari,“ biður hann, „sig við bróður, at hann skal skifta arvin við meg!“ Móselógin gevur greið boð um at frumborni sonurin skal hava dupultan arvalut, so tað átti ikki at verið nakað klandursevni. Maðurin vil helst hava størri arv enn hann av røttum hevur uppiborið.

Jesus ger beint í ikki at leggja seg út í stríðið. „Maður! Hvør hevur sett Meg til dómara yvir tykkum ella at skifta tykkara millum!“ spyr hann. Síðan gevur hann mannamúgvuni týdningarmikla áminning: „Síggið til og varðið tykkum fyri allari havisjúku! Tí lívið hjá ongum stendur í tí, sum hann eigur, um hann so hevur almikið góðs.“ Ja, hvussu mikið eitt menniskja so eigur, má viðkomandi, sum støðan er, doyggja og lata alt eftir seg. Fyri at draga hetta fram, og fyri at vísa hvussu tápuligt vit bera okkum at um vit ikki ansa eftir at skapa okkum gott navn hjá Gudi, nýtir Jesus nú myndatalu:

„Ríkur maður var, sum hevði fingið nógva grøði av jørð síni. Hann hugsaði nú við sær sjálvum og segði: „Hvat skal eg gera? Eg havi jú ikki rúm at goyma grøði mína í.“ So segði hann: „Hetta skal eg gera: Eg skal ríva niður løður mínar og byggja tær størri, og so skal eg savna alla grøði mína og alt góðs mítt inn í tær. Tá skal eg siga við sál mína: Sál! Tú hevur nógv gott liggjandi niður fyri til mong ár; unn tær nú frið, et, drekk og ver glað!“ Men Gud segði við hann: „Dári tín! Hesa nátt verður tú kravdur eftir sál tíni; hvør skal tá eiga tað, ið tú hevur savnað!““

Jesus endar: „Soleiðis gongst honum, ið savnar sær skattir og er ikki ríkur í Gudi.“ Lærisveinarnir vóru helst ikki so tápuligir at teir fóru at savna ríkidømi um ein háls, men bert at fáa sær til tað dagliga kundi lættliga venda huganum frá at tæna Jehova av heilum hjarta. Tí nýtir Jesus høvi at taka uppaftur ta góðu leiðbeiningina hann umleið hálvtannað ár frammanundan gav í Fjallaprædikuni. Við lærisveinarnar sigur hann:

„Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívinum, hvat tit skulu eta, ei heldur fyri likaminum, hvat tit skulu fara í! . . . Aktið eftir ravnunum! Teir hvørki sáa ella heysta, teir hava ongan hjall og onga løðu, og Gud føðir teir; . . .Aktið eftir liljunum, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki, og Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra. . . .

Spyrjið tí ikki um, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, og latið ikki huga tykkara reika higar og hagar! Øllum slíkum søkja jú heidningarnir í heiminum eftir; men Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar hetta. Nei, søkið ríki Hansara! So skal hetta verða givið tykkum umframt!“

Serstakliga í tíðum við búskaparligum mótburði eiga vit at minnast hesi orð Jesusar. Tann sum stúrir ov mikið fyri tí tímiliga tørvinum og slakar av í andaligum málum, vísir í roynd og veru at honum vantar trúgv á at Gud er mentur at syrgja fyri tænarum sínum. Lukas 12:1-31; 5 Mósebók 21:17.

▪ Hvat er møguliga orsøkin til at ein maður spyr um arv, og hvørja áminning gevur Jesus?

▪ Hvørja myndatalu nýtir Jesus, og hvat skal hon lýsa?

▪ Hvørja leiðbeining endurtekur Jesus, og hví hóskar hon sera væl?