Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Stóra trúgvin hjá einum heryvirmanni

Stóra trúgvin hjá einum heryvirmanni

Kapittul 36

Stóra trúgvin hjá einum heryvirmanni

UM TA tíðina tá Jesus heldur fjallaprædikuna, er almenna tænastuskeið hansara hálvrunnið. Hann hevur við øðrum orðum ikki meir enn eitt ár og okkurt um níggju mánaðir eftir at fullføra gerning sín á jørðini.

Nú fer Jesus inn í býin Kapernaum, sum at kalla er vorðin miðstøð í boðaravirksemi hansara. Her koma nakrir elstar hjá jødunum við eini áheitan til hansara. Ein maður sum ikki er av jødiskari ætt hevur sent teir, hann er yvirmaður í rómverska herinum.

Heryvirmaðurin er ógvuliga góður við ein tænara hjá sær sum er um at doyggja av ringari sjúku, og hann vil nú fegin hava Jesus at grøða hann. Jødarnir biðja so bønliga vegna heryvirmannin: „Hann er væl verdur, at Tú gert hetta fyri hann,“ siga teir, „tí hann elskar fólk okkara, og tað er hann, ið hevur bygt okkum sýnagoguna.“

Jesus fer alt fyri eitt við monnunum. Men tá teir nærkast húsinum, sendir heryvirmaðurin nakrar vinmenn út at siga: „Harri, ómaka Teg ikki, tí eg eri ikki verdur, at Tú skalt koma undir tak mítt! Tí helt eg heldur ikki meg sjálvan vera verdan at koma til Tín.“

Eyðmjúk orð frá einum yvirmanni sum er vanur at stíla fyri! Men tað kemur kanska eisini av at hann hugsar um Jesus, tí hann veit at jødar ikki mugu hava samband við ikki-jødar. Pætur segði einaferð: „Tit vita sjálv, hvussu ósømiligt tað er manni, sum Jødi er, at hava felagsskap við nakran av aðrari tjóð ella fara inn til hansara.“

Kanska vil heryvirmaðurin ikki at Jesus skal koma illa fyri við at bróta henda sið, og hann hevur tískil sent vinmenn sínar við áheitanini: „Sig orð, so verður drongur mín frískur! Eg eri jú maður, ið sjálvur standi undir yvirmonnum og havi hermenn undir mær; og sigi eg við henda: „Far!“ so fer hann, við ein annan: „Kom!“ so kemur hann, og við tænara mín: „Ger hetta!“ so ger hann tað.“

Hetta hoyrir Jesus og undrast. „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eg havi ikki funnið so stóra trúgv — nei, ikki í Ísrael heldur!“ Tá Jesus hevur grøtt tænaran hjá heryvirmanninum, nýtir hann høvi at siga frá hvussu trúgvandi ikki-jødar skulu verða tiknir framum og fáa signingar sum vantrúnir jødar hava havnað.

„Mong,“ sigur Jesus, „skulu koma eystaneftir og vestaneftir og sita til borðs við Ábrahami, Ísaki og Jákupi í ríki Himmiríkis. Men børn ríkisins skulu verða koyrd út í myrkrið uttanfyri; har skal vera grátur og tannagrísl.“

„Børn ríkisins“, sum verða „koyrd út í myrkrið uttanfyri“ eru jødarnir eftir holdinum; teimum stóð fyrst í boði at ráða saman við Kristusi, men teir tóku ikki av tilboðnum. Ábraham, Ísakur og Jákup umboða ríkisskipanina hjá Gudi. Jesus sigur altso frá at heidningar skulu bjóðast „til borðs“, so at siga, í „ríki Himmiríkis“. Lukas 7:1-10; Matteus 8:5-13; Ápostlasøgan 10:28.

▪ Hví koma jødar við einari bøn vegna hin ikki-jødiska heryvirmannin?

▪ Hvør kann orsøkin vera, tá yvirmaðurin ikki bjóðar Jesusi inn til sín?

▪ Hvat meinar Jesus við tí seinasta hann sigur?