Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Stormurin aktar hann

Stormurin aktar hann

Kapittul 44

Stormurin aktar hann

JESUS hevur havt úr at gera henda dagin. Hann hevur millum annað lært fólkini á strondini og síðan einsæris greitt lærisveinunum frá líknilsunum. Tá kvøldið kemur sigur hann: „Latið okkum fara yvirum!“

Eystaru megin Galileavatnið er eitt øki teir nevna Dekapolis. Navnið stavar frá grikska orðinum deʹka, sum merkir „tíggju“, og poʹlis, sum merkir „býur“. Býirnir í Dekapolis eru miðdepil fyri grikskari mentan, hóast har ivaleyst eisini búgva nógvir jødar. Kortini er virksemi Jesusar í økinum ógvuliga avmarkað. Sum vit fáa at síggja, fær hann ikki høvi at steðga leingi.

Tá Jesus vil at teir skulu fara yvirum til strondina hinumegin, taka lærisveinarnir hann við í bátin. Men teir sleppa ikki ósæddir avstað. Skjótt fylgja onnur eftir í bátum sínum. Ferðin er ikki long. Í roynd og veru er Galileavatnið einans umleið 21 kilometrar langt og í mesta lagi 12 kilometrar til breiddar.

Einki undur í at Jesus er móður. Stutt eftir at teir eru farnir frá landi leggur hann seg tí í bakskutin við kodda undir høvdinum, og sovnar fast. Ápostlanna millum eru fleiri royndir sjómenn sum hava fiskað nógv á Galileavatninum. Teir átaka sær at føra bátin.

Men hetta verður eingin stuttleikaferð. Av tí at vatnið, sum liggur umleið 210 metrar lægri enn havið, er heitari omaná og køld luft streymar oman úr fjøllunum nærindis, kann hvassur vindur taka seg upp og knappliga skapa rættiligt illveður í sjónum. Tað er júst tað sum hendir nú. Skjótt bróta sjógvarnir ímóti bátinum og skola inn yvir, so hann er um at fyllast. Men Jesus svevur við sama lag!

Hesir royndu sjómenninir arbeiða sum óðir fyri at halda bátinum. Teir hava ivaleyst fyrr klárað seg í slíkum stormi. Men nú fara kreftirnar at ganga undan. Teir óttast fyri lívinum og vekja Jesus: ’Harri, leggur tú einki í, at vit ganga burtur?’ rópa teir. ’Bjarga okkum, ella vit drukna!’

Jesus reisist og býður vindinum og sjónum: „Tig, ver stilt!“ Og hann makar vindin, tað verður blikalogn! Hann vendir sær á til lærisveinar sínar og spyr: „Hví eru tit so ræddir? Hví hava tit ikki trúgv?“

Ein óvanligur ótti kemur á lærisveinarnar, og teir spyrja hvør annan: „Hvør er tó hesin, at Hann býður yvir bæði vindum og vatni, og tey eru Honum lýðin?“

Ómetalig kraft Jesus sýnir fram! Tað kennist trygt at vita at Kongur okkara valdar náttúrukreftunum. Tá hann í ríki sínum gevur jørðini fullan ans, verða øll vard móti ræðuligum náttúruvanlukkum!

Onkuntíð eftir at stormurin er stilnaður, koma Jesus og lærisveinar hansara at landi eystaru megin í øllum góðum. Kanska sluppu hinir bátarnir undan illveðrinum, vendu við og komu tryggir aftur. Markus 4:35–5:1; Matteus 8:18, 23-27; Lukas 8:22-26.

▪ Hvat er Dekapolis, og hvar er tað?

▪ Hvørji náttúrufyribrigdi eru atvoldin til harðan storm á Galileavatninum

▪ Hvat gera lærisveinarnir tá teir ikki fáa bjargað sær við góðum sjómansskapi?