Svikaráð og handtøka
Kapittul 118
Svikaráð og handtøka
TAÐ er farið væl um midnátt tá Judas leiðir stóran flokk av hermonnum, prestum, farisearum og øðrum inn í Getsemane garðin. Prestarnir eru komnir á samt um at lata Judasi 30 silvurstykki fyri at svíkja Jesus.
Frammanundan varð Judas sendur avstað frá páskamáltíðini, og tá er hann eftir øllum at døma farin beina leið til teir hægstu prestarnar. Hesir hava alt fyri eitt kallað sínar egnu tænarar og eina herdeild saman. Judas hevur kanska fyrst leitt teir hagar sum Jesus helt páskir saman við ápostlunum. Tá tað vísir seg at teir eru farnir haðani, er Judas á odda fyri stórum flokki við kyndlum, lampum og vápnum farin úr Jerúsalem tvørtur um Kedrondalin.
Tá Judas leiðir gonguna niðan á Oljufjallið er hann vísir í at hann veit hvar Jesus er at finna. Ta seinastu vikuna, meðan Jesus og ápostlarnir hava ferðast aftur og fram millum Betania og Jerúsalem, hava teir ofta steðgað á í Getsemane garðinum fyri at hvíla seg og tosa saman. Men hvussu skulu hermenninir finna Jesus, nú hann kanska er huldur í myrkrinum undir oljutrøunum? Teir hava kanska ongantíð sæð hann fyrr. Judas gevur teimum eitt tekin; hann sigur: „Tann, ið eg kyssi, Hann er tað; takið Hann og leiðið Hann burtur í tryggari varðveitslu!“
Judas leiðir ta stóru mannamúgvuna inn í garðin, sær Jesus saman við ápostlunum og fer beinleiðis til hansara. „Heilur, Rabbi!“ sigur hann og kyssir hann eymliga.
„Vinur, hví ert tú komin higar?“ spyr Jesus hvassur á málinum. Síðan svarar hann sjálvur spurninginum. „Judas, svíkur tú Menniskjasonin við kossi!“ Men nóg mikið um henda svíkjaran! Jesus fer fram í glæmuna frá teimum brennandi kyndlunum og lampunum og spyr: „Hvørjum leita tit eftir?“
„Jesusi úr Nazaret,“ verður svarað.
„Tað eri Eg,“ sigur Jesus djarvur sum hann stendur har framman fyri teimum øllum. Bilsnir av treysti hansara, og av tí at teir ikki vita hvat teir hava í væntu, halda teir undan og falla til jarðar.
„Eg segði tykkum jú, at tað eri Eg!“ heldur Jesus róligur fram. „Er tað tá eftir Mær, tit leita, so latið hesar fara!“ Stutt frammanundan, í rúminum í erva, segði Jesus í bøn við Faðir sín at hann hevði varðveitt sínar trúgvu ápostlar og ongan mist ’uttan fortapingarsonin’. Fyri at orð hansara kunnu ganga út, biður hann teir nú lata lærisveinarnar fara.
Tá hermenninir koma fyri seg aftur, reisast og fara at binda Jesus, fata ápostlarnir hvat ið er um at henda. „Harri, skulu vit sláa til við svørði?“ spyrja teir. Áðrenn Jesus fær stundir at svara, tekur Pætur — sum ber annað av teimum báðum svørðunum sum ápostlarnar hava við sær — svørð sítt og høggir til Malkus, tænara høvuðsprestsins. Pætur rakar ikki høvdið á tænaranum men slær høgra oyrað av honum.
„Latið teir gera hetta við!“ sigur Jesus og leggur uppí. Hann nemur við oyrað á Malkusi og grøðir tað, síðan lærir hann teir nakað týdningarmikið. Hann sigur við Pætur: „Stikk svørð títt aftur, hagar sum tað eigur at vera! Tí allir teir, ið taka til svørð, skulu falla fyri svørði. Ella heldur tú, Eg kundi ikki biðið Faðir Mín, og Hann nú hevði sent Mær meir enn tólv legiónir av einglum!“
Jesus biður ikki Faðir sín um hjálp, tí, sum hann sigur: „Hvussu skuldu tá skriftirnar gingið út, at so eigur at verða!“ Og hann leggur aftrat: „Skal Eg ikki drekka kalikin, ið Faðir Mín hevur givið Mær!“ Hann tekur fullkomiliga undir við tí sum er Guds vilji við honum!
Síðan vendir hann sær til mannamúgvuna. „Tit eru farnir út sum móti ránsmanni, við svørðum og gøssum, at taka Meg!“ sigur hann. „Eg havi dagliga sitið í templinum og lært, og tit tóku Meg ikki. Men alt hetta hevur hent, fyri at skriftir profetanna skuldu ganga út.“
Herdeildin, herhøvdingin og tænarar jødanna taka nú Jesus og binda hann. Tá ápostlarnir síggja hetta, rýma teir frá Jesusi og flýggja. Ein ungur maður — kanska lærisveinurin Markus — verður tó verandi í mannamúgvuni. Hann kann hava verið í húsinum sum Jesus helt páskir í og vera farin aftan á skaranum haðani. Nú kenna teir hann aftur og royna at taka hann á hondum. Men hann letur línklæðið hann er í eftir sær og sleppur til rýmingar. Matteus 26:47-56; Markus 14:43-52; Lukas 22:47-53; Jóhannes 17:12; 18:3-12.
▪ Hví er Judas vísur í at finna Jesus í Getsemane garðinum?
▪ Hvussu sýnir Jesus ápostlum sínum umsorgan?
▪ Hvat ger Pætur fyri at verja Jesus, men hvat sigur Jesus honum í hesum sambandi?
▪ Hvussu vísir Jesus at hann tekur fult undir við tí sum er Guds vilji við honum?
▪ Hvør verður eftir tá ápostlarnir rýma frá Jesusi, og hvat hendir honum?