Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tá Menniskjasonurin opinberast

Tá Menniskjasonurin opinberast

Kapittul 93

Tá Menniskjasonurin opinberast

JESUS er enn staddur norðanfyri (antin í Samaria ella í Galilea) tá fariseararnir spyrja hann um komu Ríkisins. Teir ivast ikki í at tað kemur við miklari dýrd, men Jesus sigur: „Ríki Guds kemur ikki á tann hátt, at tað sæst við eygunum. Heldur ikki fer at verða sagt: „Hygg, her er tað!“ ella: „Hygg, har er tað!“ Tí ríki Guds er innan í tykkum.“

Viðhvørt verða orð Jesusar umsett sum her „innan í tykkum“ og ikki sum í øðrum umsetingum „tykkara millum“. Nógv hava tí skilt tað sum Jesus meinti at Guds ríki ræður í hjørtunum á tænarum Guds. Men Guds ríki er vituliga ikki at finna í hjørtunum á teimum vantrúnu farisearunum sum Jesus tosar við. Nei, Ríkið er teirra millum, tí tilnevndi kongurin í ríki Guds, Jesus Kristus, er teirra millum.

Fariseararnir munnu helst vera farnir avstað tá Jesus greiðir lærisveinunum meir frá komu Ríkisins. Hann hugsar serstakliga um framtíðar hjáveru sína í veldi Ríkisins tá hann ávarar teir: „Og sagt fer at verða við tykkum: „Hygg, her er Hann!“ „Hygg, har er Hann!“ — Farið ikki, og leypið ikki eftir [hesum følsku messiasum]! Tí eins og snarljósið, táið tað skyggir, lýsir líka úr øðrum enda himmalsins í hin, so skal Menniskjasonurin vera á degi Sínum.“ Jesus vísir á, at eins og snarljósið sæst langar leiðir, skulu prógvini um hjáveru hansara í Ríkisins veldi vera greið fyri øllum sum ynskja at síggja tey.

Síðan samanber Jesus við hendingar úr fortíðini sum vísa hugburðin hjá fólki við framtíðar hjáveru hansara. Hann sigur: „Sum tað gekk á døgum Nóa, so skal eisini verða á døgum Menniskjasonarins: . . . Somuleiðis, sum tað gekk á døgum Lots: Tey ótu og drukku, tey keyptu og seldu, tey plantaðu og bygdu; men tann dag Lot fór úr Sodoma, regnaði eldur og svávul niður av himli og gjørdi enda á teimum øllum — so skal eisini vera, tann dag Menniskjasonurin opinberast.“

Jesus sigur ikki at fólk á Nóa døgum og á Lots døgum gingu til grundar einans tí tey hildu áfram við dagligum gerðum, eitt nú at eta, drekka, keypa, selja, planta og byggja. Nóa og Lot og húsfólk teirra gjørdu eisini tílíkt. Nei, hini fórust tí tey í sínum dagligu gerðum ikki góvu sær far um Guds vilja. Av hesi somu orsøk ganga fólk til grundar tá Kristus opinberast í tí stóru trongdini sum rakar hesa heimsskipanina.

Fyri at vísa hvussu týdningarmikið tað er at bera skjótt at tá prógvini vísa at hann er hjástaddur í Ríkisins veldi, leggur Jesus aftrat: „Tann dag má tann, ið er á takinum og hevur lutir sínar í húsinum, ikki fara niður eftir teimum, og heldur ikki má tann, ið úti á markini er, fara aftur til hús. Minnist konu Lot!“

Tá teknini fyri hjáveru Kristusar vísa seg mugu vit ikki vera so góð við tað vit eiga, at tað forðar okkum at taka støðu í stundini. Á vegnum út úr Sodoma hugdi kona Lot aftur um seg, eyðsýnliga tí henni longdist eftir tí hon hevði latið eftir seg har, og hon gjørdist til saltstólpa.

Jesus greiðir víðari frá viðurskiftunum við framtíðar hjáveru síni, og sigur við lærisveinarnar: „Ta nátt skulu tvey vera í eini song; annað skal verða tikið við, og annað skal verða latið eftir. Tvær kvinnur skulu mala á somu kvørn; onnur skal verða tikin við, og onnur skal verða latin eftir.“

At verða tikin við svarar til at Nóa og húsfólk hansara gingu inn í ørkina og til at einglarnir leiddu Lot og húsfólk hansara úr Sodoma. Tað merkir frelsa. At verða latin eftir merkir harafturímóti at líða deyðan.

Hetta fær lærisveinarnar at spyrja: „Hvar, Harri?“

„Har sum ræið er, flykkjast eisini ørnirnar,“ svarar Jesus. Tey sum verða „tikin við“ og frelsast eru sum víttskoðandi ørnir við tað at tey savnast um „ræið“. Ræið sipar til hin sanna Messias og ósjónligu hjáveru hansara í veldi Ríkisins, og til tann andaliga veitslumatin Jehova fær til vega. Lukas 17:20-37; 1 Mósebók 19:26.

▪ Hvussu kann tað sigast at Ríkið er mitt ímillum fariseararnar?

▪ Á hvønn hátt er hjávera Kristusar sum snarljósið?

▪ Hví ganga fólk til grundar orsakað av atburði sínum undir hjáveru Kristusar?

▪ Hvat merkir tað at verða tikin við, og at verða latin eftir?