Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tíggju spitalskir verða grøddir á seinastu ferð Jesusar til Jerúsalem

Tíggju spitalskir verða grøddir á seinastu ferð Jesusar til Jerúsalem

Kapittul 92

Tíggju spitalskir verða grøddir á seinastu ferð Jesusar til Jerúsalem

JESUS forðar fyri at Sanhedrinið fær gjørt álvara av ætlanum sínum um at drepa hann, tí hann fer úr Jerúsalem til Efraim, ein bý møguliga bert okkurt um 24 kilometrar í ein landnyrðing úr Jerúsalem. Har verður hann verandi við lærisveinum sínum, burtur úr eygsjón fíggindanna.

Men páskirnar ár 33 nærkast, og Jesus noyðist skjótt avstað aftur. Hann ferðast ígjøgnum Samaria norður til Galilea. Tað er seinastu ferð hann vitjar hetta økið áðrenn hann doyr. Meðan hann og lærisveinarnir eru í Galilea gera teir allarhelst ferðalag við øðrum sum eisini skulu til Jerúsalem at halda páskir. Tey leggja leiðina gjøgnum Perea, eystaru megin Jordan.

Á ferðini kemur hann skjótt til eina landsbygd, antin í Samaria ella í Galilea, og har møta honum tíggju menn sum hava spitalskusjúkuna. Henda ræðuliga sjúkan etur spakuliga likamslutir burtur av sjúklinginum — fingrar, tær, oyru, nøs og varrar. Fyri at onnur ikki skulu fáa smittuna, sigur Guds lóg viðvíkjandi hinum spitalska: „Hann skal balla klæði um skegg sítt og rópa: „Óreinur, óreinur!“ So leingi sum hann hevur sjúkuna, skal hann vera óreinur; . . . hann skal búgva fyri seg sjálvan.“

Hinir tíggju fylgja Lógarinnar boðum viðvíkjandi spitølskum og verða tí standandi eitt fitt petti burturfrá meðan teir rópa á Jesus: „Jesus, meistari, miskunna okkum!“

Tá Jesus ber eyga við teir har burturi, býður hann: „Farið og latið prestarnar sýna tykkum!“ Hetta sigur Jesus tí lóg Guds heimilar prestunum at døma hini spitølsku frísk, tá sjúkan er horvin. Á tann hátt fáa tey loyvi at liva ímillum frísk menniskju aftur.

Teir tíggju spitølsku líta á undurfullu megi Jesusar. Teir skunda sær avstað at lata seg sýna av prestunum, hóast teir ikki eru grøddir enn. Á leiðini verður trúgv teirra á Jesus afturlønt. Teir síggja og kenna á sær at teir hava fingið heilsuna aftur!

Níggju av teimum reinsaðu spitølsku halda leiðini fram, men hin eini, ein samverji, kemur aftur at leita eftir Jesusi. Hví? Tí hann er so glaður um tað ið er hent honum. Hann prísar Gudi við harðari rødd, og tá hann hittir Jesus, fellur hann niður fyri føtur hansara og takkar honum.

Hetta fær Jesus at spyrja: „Vórðu teir ikki tíggju reinsaðir! Hvar eru hinir níggju? Fanst eingin, sum kom aftur at geva Gudi dýrd, uttan hesin fremmandi?“

So sigur hann við samverjan: „Reis teg og far avstað — trúgv tín hevur frelst teg!“

Vit áttu øll at hugsað um tað sum liggur í spurninginum: „Hvar eru hinir níggju?“ Ótakksemið sum kom til sjóndar hjá hinum níggju er álvarsamt brek. Munnu vit, sum samverjin, takka fyri alt vit fáa frá Gudi, eisini tað trygga lyftið um ævigt lív í Guds rættvísu nýggju verð? Jóhannes 11:54, 55; Lukas 17:11-19; 3 Mósebók 13:16, 17, 45, 46; Opinberingin 21:3, 4.

▪ Hvussu forðar Jesus fyri at jødarnir fáa dripið hann?

▪ Hvar fer Jesus síðan, og hvar ætlar hann sær at fara?

▪ Hví standa hinir spitølsku eitt petti burturfrá, og hví býður Jesus teimum at fara til prestarnar?

▪ Hvat kann henda frásøgan læra okkum?