Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Teir fáa ikki fangað Jesus í orðum

Teir fáa ikki fangað Jesus í orðum

Kapittul 108

Teir fáa ikki fangað Jesus í orðum

AV TÍ at Jesus hevur lært í templinum og júst sagt átrúnaðarligu fíggindum sínum trý líknilsi sum avdúka óndskap teirra, eru fariseararnir illir og samráðast um at lokka hann at siga okkurt sum teir kunnu fáa hann handtiknan fyri. Teir upphugsa eina ráðagerð og senda lærisveinar sínar, saman við monnum úr Heródesar flokki, at royna at fanga hann í orðum.

„Meistari!“ siga hesir menninir. „Vit vita, at Tú ert sannorðaður og lærir veg Guds í sannleika og leggur ongan í; tí Tú gert ikki mannamun. Sig okkum tí, hvat heldur Tú: Er loyviligt at lata skatt til keisaran, ella ikki?“

Jesus letur seg ikki lumpa av teimum føgru orðunum. Hann veit at sigur hann: ’Nei, tað er ikki loyviligt ella rætt at lata henda skatt,’ so eggjar hann til uppreistur móti Róm. Og sigur hann: ’Ja, tit skulu lata henda skatt,’ so leggur hann seg fyri hatur hjá jødunum, sum vanvirða rómverska harradømið. Tí svarar hann: „Hyklarar tykkara! Hví freista tit Meg! Vísið Mær skattapeningin!“

Tá teir koma við einum, spyr hann: „Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?“

„Keisarans,“ svara teir.

„So gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!“ Menninir hoyra myndiga svar hansara og undrast. Teir fara avstað og lata Jesus fáa frið.

Tá saddukeararnir, sum siga at eingin uppreisn er, síggja at tað ikki eydnast farisearunum at finna nakað at skuldseta Jesus fyri, koma teir til hansara og spyrja: „Meistari! Móses hevur sagt: „Táið ein doyr og eingi børn hevur, skal bróðir hansara giftast við konu hansara og reisa bróður sínum upp avkom.“ Nú vóru hjá okkum sjey brøður; hin fyrsti giftist og doyði; og við tað at hann einki avkom átti, læt hann bróður sínum konuna eftir seg. Á sama hátt hin annar og hin triði, líka til hin sjeynda. Seinast av øllum doyði konan. Hvør av hesum sjey skal nú hava hana til konu í uppreisnini? Teir hava jú havt hana allir.“

Sum svar sigur Jesus: „Er tað ikki tí, tit villast — tí tit kenna ikki skriftirnar, ei heldur mátt Guds! Tí táið tey rísa upp frá hinum deyðu, hvørki taka tey til ekta ella verða givin til ekta; nei, tey eru sum einglar í Himli. Men um hini deyðu, at tey rísa upp, hava tit tá ikki lisið í Mósebók, har sum talast um tornarunnin, hvussu Gud talaði til hansara og segði: „Eg eri Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups“? — Hann er ikki Gud hinna deyðu, men hinna livandi! Tit villast stórliga.“

Aftur standa skararnir ovfarnir av svari Jesusar. Enntá nakrir av teimum skriftlærdu ásanna: „Meistari, Tú talaði væl!“

Tá fariseararnir síggja at Jesus hevur tept saddukeararnar, koma teir til hansara saman í einum bólki. Ein skriftlærdur teirra millum vil royna hann uppaftur meir og spyr tí: „Meistari! Hvat er hitt stóra boðið í lógini?“

Jesus svarar: „Hitt fyrsta er hetta: „Hoyr, Ísrael! [Jehova] Gud okkara, [Jehova] er Ein. Og tú skalt elska [Jehova] Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av øllum huga tínum og av allari styrki tíni.“ Annað er hetta: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“ Størri enn hesi er einki annað boð.“ Jesus leggur enntá aftrat: „Á hesum báðum boðum hvíla øll lógin og profetarnir.“

Hin skriftlærdi viðgongur: „Rætt, Meistari! Tað er satt, Tú sigur, at Hann er ein, og at eingin annar er enn Hann. Og at elska Hann av øllum hjarta sínum, av øllum viti sínum og av allari styrki síni, og at elska næsta sín sum seg sjálvan — tað er meiri enn øll brennioffur og sláturoffur.“

Jesus sær at hin skriftlærdi hevur svarað vitiga, og sigur tí við hann: „Tú ert ikki langt frá ríki Guds!“

Í tríggjar dagar — sunnudag, mánadag og týsdag — hevur Jesus nú lært í templinum. Fólkið hevur lurtað eftir honum við gleði, men trúarleiðararnir vilja drepa hann. Higartil hevur tó einki spurst burtur úr royndum teirra. Matteus 22:15-40; Markus 12:13-34; Lukas 20:20-40.

▪ Hvørja ráðagerð hava fariseararnir upphugsað fyri at fanga Jesus í orðum, og hvat hevði úrslitið verið um hann svaraði ja ella nei?

▪ Hvussu forðar Jesus eisini fyri at saddukeararnir fáa fangað hann í orðum?

▪ Hvussu royna fariseararnir enn eina ferð at freista Jesus, og hvat spyrst burturúr?

▪ Hvussu nógvar dagar lærir Jesus í templinum tá hann endar tænastu sína í Jerúsalem, og við hvørjum úrsliti?