Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Teir fáa ikki handtikið hann

Teir fáa ikki handtikið hann

Kapittul 67

Teir fáa ikki handtikið hann

MEÐAN leyvsalahøgtíðin enn stendur við senda teir átrúnaðarligu leiðararnir tænarar út at handtaka Jesus. Hann roynir ikki at krógva seg, men heldur fram at undirvísa alment, og sigur: „Stutta tíð enn eri Eg hjá tykkum; so fari Eg avstað til Hansara, sum sendi Meg. Tit skulu leita eftir Mær og ikki finna Meg, og hagar sum Eg eri, kunnu tit ikki koma.“

Jødarnir skilja ikki, og fara tí at spyrja sínámillum: „Hvar ætlar Hann at fara, táið vit ikki skulu kunna finna Hann? Man Hann ætla at fara til teirra, ið spjadd eru millum Grikkar, og læra Grikkar? Hvat er hetta Hann sigur: „Tit skulu leita eftir Mær og ikki finna Meg, og hagar sum Eg eri, kunnu tit ikki koma“?“ Jesus tosar sjálvandi um at hann skjótt skal doyggja og síðani rísa upp til lív í himli, har fíggindar hansara ikki kunnu fylgja honum.

Nú kemur sjeyndi og síðsti høgtíðardagurin. Siður er, at hvønn morgun um høgtíðina fer ein prestur í Siloamshylin eftir vatni sum hann stoytir á altarið og letur renna niður á altarstøðið. Møguliga sipar Jesus til henda siðaatburð, tá hann sigur: „Um nakar tystir, komi hann til Mín og drekki! Tann, ið trýr á Meg, úr lívi hansara skulu, sum skriftin hevur sagt, renna streymar av livandi vatni.“

Jesus tosar í veruleikanum um tær víttfevnandi avleiðingar tað fær tá heilagi andin verður útheltur. Og so, á hvítusunnu árið eftir, verður heilagi andin heltur út. Streymar av livandi vatni renna tá 120 lærisveinar fara at boða fyri fólkinum. Men áðrenn hetta hava lærisveinar Krists ikki havt lut í andanum, soleiðis at skilja at eingin teirra áður er salvaður við heilagum anda og kallaður til lív í himli.

Frálæra Jesusar fær nøkur at siga: „Vissuliga er hesin profeturin!“ Kanska sipa tey til lyftið um at ein profetur størri enn Móses skuldi koma. Onnur siga: „Hann er Kristus!“ Men uppaftur onnur mótmæla: „Kristus kemur tá ikki úr Galilea? Hevur ikki skriftin sagt, at Kristus kemur av ætt Dávids og úr Betlehem — býnum, sum Dávid var í?“

Ósemja tekur seg upp í mannamúgvuni. Nøkur krevja Jesus handtiknan, men eingin leggur hond á hann. Tá tænararnir koma aftur uttan Jesus, spyrja høvuðsprestarnir og fariseararnir: „Hví eru tit ikki komnir higar við Honum?“

„Aldri hevur nakað menniskja talað, soleiðis sum hesin maður,“ svara tænararnir.

Í vreiði lúta teir átrúnaðarligu leiðararnir so lágt at teir deila, spotta og reingja sannleikan. Forhánisliga letur í teimum: „Eru eisini tit villleiddir! Hevur nakar av ráðharrunum trúð á Hann, ella nakar av Farisearunum! Men hesin hópur, ið ikki kennir lógina, er bannaður!“

Hetta fær Nikodemus, ein fariseara sum er limur í Sanhedrininum og sostatt eisini ein av leiðarum jødanna, at verja Jesus. Kanska minnist tú at Nikodemus eina nátt hálvttriðja ár fyri hetta vitjaði Jesus og segði seg trúgva á hann. Nú sigur Nikodemus: „Lóg okkara dømir tó ongan, uttan hann fyrst er hoyrdur, og fingist hevur at vita, hvat hann hevur gjørt!“

Fariseararnir gerast uppaftur óðari tá teir hoyra ein av sínum egnu verja Jesus. „Ert tú við úr Galilea?“ siga teir spottandi. „Rannsaka, so fært tú at síggja, at eingin profetur kemur úr Galilea!“

Skriftirnar siga ikki beinleiðis at ein profetur skuldi koma úr Galilea, men óbeinleiðis vísa tær at Messias skuldi koma haðani, tí tær siga at „stórt ljós“ skal koma til sjóndar í tí landspartinum. Aftrat tí varð Jesus føddur í Betlehem og var av ætt Dávids. Fariseararnir munnu ivaleyst vita hetta, og tí er líkt til at teir við vilja geva fólki skeiva fatan av Jesusi. Jóhannes 7:32-52; Esaias 9:1, 2; Matteus 4:13-17.

▪ Hvat hendir hvønn morgun í høgtíðini, og hvussu vísir Jesus møguliga til hetta?

▪ Hví fáa tænararnir ikki handtikið Jesus, og hvat halda átrúnaðarligu leiðararnir um hetta?

▪ Hvør er Nikodemus, hvat heldur hann um Jesus, og hvussu fara fariseararnir við honum

▪ Hvørjir vitnisburðir vísa at Messias skuldi koma úr Galilea?