Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tey flýggja undan einum valdsharra

Tey flýggja undan einum valdsharra

Kapittul 8

Tey flýggja undan einum valdsharra

JÓSEF vekur Mariu á miðjari nátt við átrokandi tíðindum. Eingil Jehova hevur beint nú víst seg fyri honum og sagt: „Reis teg, tak barnið og móður tess við tær og flýggja til Egyptalands, og verð har, inntil eg sigi tær til! Tí Heródes fer at leita eftir barninum at drepa tað.“

Tey flýggja øll trý í skundi. Og tað er fyri neyðini, tí Heródes hevur frætt at stjørnuspámenninir hava lumpað hann og eru farnir av landinum. Ætlanin var annars at teir skuldu koma aftur og boða honum frá, tá teir funnu Jesus. Heródes er í øðini. Í eini roynd at drepa Jesus, gevur hann tí boð um at allir dreingir í Betlehem og har um vegir sum eru tvey ár ella yngri, skulu drepast. Hann velur teir á hesum aldri eftir upplýsingunum sum stjørnuspámenninir úr eysturlondum áður góvu honum.

At myrða øll hesi dreingjabørnini er ræðuligt! Hermenn hjá Heródesi bróta inn í eini hús fyri og onnur eftir. Finna teir eitt dreingjabarn, hála teir tað úr føvninginum á móðurini. Vit hava onga hóming av hvussu nógv smábørn teir drepa, men tann nógvi gráturin og eymkanin frá møðrunum uppfyllir eina bíbilprofeti hjá Jeremiasi, ið var Guds profetur.

Ímeðan eru Jósef og familja hansara í øllum góðum komin til Egyptalands. Men eina nátt vísir eingil Jehova seg aftur fyri Jósefi í dreymi. „Reis teg,“ sigur eingilin, „tak barnið og móður tess við tær og far til Ísraelsland! Tí teir eru deyðir, sum lógu barninum eftir lívinum.“ Tey fara aftur til heimlandið og uppfylla á tann hátt eina aðra bíbilprofeti um at sonur Guds skal verða kallaður úr Egyptalandi.

Jósef ætlar sær helst at búsetast í Judea, tey búðu nevniliga í Betlehem í Judea, áðrenn tey flýddu til Egyptalands. Men hann frættir at sonur hin ónda Heródes, Arkelaus, nú er kongur í Judea, og Jehova ávarar hann um vandan í einum øðrum dreymi. Tí fara Jósef og familja hansara norðureftir og búseta seg í Nazaret býi í Galilea. Í samfelagnum her, langt frá miðdeplinum í trúarlívi jødanna, veksur Jesus upp. Matteus 2:13-23; Jeremias 31:15; Hoseas 11:1.

▪ Hvørja ræðugerð fremur Heródes kongur tá stjørnuspámenninir ikki koma aftur, men hvussu verður Jesus vardur?

▪ Hví búsetist Jósef ikki aftur í Betlehem tá hann kemur úr Egyptalandi?

▪ Hvørjar bíbilprofetiir ganga út í hesum tíðarskeiði?