Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tey stoltu og tey eyðmjúku

Tey stoltu og tey eyðmjúku

Kapittul 39

Tey stoltu og tey eyðmjúku

EFTIR at hava róst Jóhannesi Doypara, ger Jesus vart við tað stolta, vingluta fólkið hann er ímillum. ’Henda ætt,’ sigur hann, ’líkist børnum, ið sita á torgunum og rópa til onnur børn: „Vit blástu á floytu fyri tykkum, og tit dansaðu ikki! Vit sungu sorgarsongir, og tit grótu ikki!“’

Hvat meinar Jesus? Hann greiðir frá: „Tí Jóhannes kom — hann hvørki át ella drakk — og tey siga: „Hann hevur illan anda!“ Menniskjasonurin kom — Hann etur og drekkur — og tey siga: „Hygg — átari og vínsvølgur, vinmaður tollara og syndara!““

Tað er ógjørligt at vera hesum fólki til passar. Einki er nóg gott hjá teimum. Jóhannes hevur livað sparsamliga sum nasireari og gjørt tað eingilin gav boð um: „Vín og sterkan drykk skal hann ikki drekka.“ Og kortini siga fólkini at hann er settur av illum anda. Jesus aftur ímóti, livir sum onnur fólk, uttan sjálvspeking, og tey leggja hann undir ikki at duga hógv.

Ja, tað er torført at gera hesum fólki eftir vild! Tey eru sum børn ið ikki vilja dansa tá spælibrøðurnir floyta fyri teimum, ella gráta tá teir syngja sorgarsongir. „Tó,“ sigur Jesus, „vísdómurin er rættvísgjørdur av børnum sínum.“ Ja, ’børn’ vísdómsins — gerningarnir — prógva at einki hald er í ákærunum ímóti Jóhannesi og Jesusi.

Jesus heldur fram og hartar teir tríggjar býirnar Korazin, Betsaida og Kapernaum, sum hann hevur gjørt meginpartin av kraftargerðum sínum í. Hevði hann gjørt somu verkini í teimum fønikisku býunum Týrus og Sidon, høvdu tey broytt sinn í sekki og øsku, sigur hann. Viðvíkjandi Kapernaum, sum helst var heimbýur hjá Jesusi í tænastutíð hansara, sigur hann fordømandi: „Sodomalandi skal gangast frægari dómsdagin enn tær.“

Síðan prísar Jesus alment Faðir sínum í himli. Hann kennir seg eggjaðan til tess tí Gud dylur virðismiklar andaligar sannleikar fyri teimum vísu og mentaðu, men opinberar teir fyri eyðmjúkum, teimum ið so at siga eru átøk pinkubørnum.

At enda kemur Jesus við hesi dragandi innbjóðing: „Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera — Eg skal geva tykkum hvílu! Takið ok Mítt á tykkum og lærið av Mær — tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta — so skulu tit finna sálum tykkara hvílu! Tí ok Mítt er gagnligt, og byrði Mín er løtt.“

Hvussu gevur Jesus fólki hvílu ella nýggja styrki? Hann sleppur teimum undan trælbindandi siðum sum trúarleiðarar hava tyngt fólkið við, sum til dømis teimum skerjandi reglunum fyri sabbatshaldinum. Hann vísir eisini teimum vegin til frælsi sum føla at tey knugga undir harradøminum sum politiskir myndugleikar útinna, og teimum sum kenna samvitskuna tyngja. Hann greiðir hesum neyðstøddu frá hvussu tey kunnu fáa syndir sínar fyrigivnar og hvussu tey kunnu koma í eitt dýrabart samband við Gud.

Gagnliga okið sum Jesus bjóðar fólki er at tey fullkomiliga víga seg til Gud, so tey kunnu tæna miskunnsama Faðir okkara í himli. Og hin lætta byrðin Jesus bjóðar teimum ið koma til hansara, er at lýða krøvum Guds so tey kunnu fáa lívið, tað vil siga boðum hansara sum standa í Bíbliuni. Og at fylgja hesum boðum er als ikki tungt. Matteus 11:16-30; Lukas 1:15; 7:31-35; 1 Jóhannes 5:3.

▪ Á hvønn hátt eru tey stoltu og vinglutu fólkini á døgum Jesusar sum børn?

▪ Hví kennir Jesus seg eggjaðan at prísa Faðir sínum í himli?

▪ Hvat tyngir fólkini, og hvørja loysn bjóðar Jesus teimum?