Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Til døgurða hjá einum fariseara

Til døgurða hjá einum fariseara

Kapittul 76

Til døgurða hjá einum fariseara

TÁ JESUS hevur svarað atfinnarunum sum nokta at tað var Gud ið gav honum vald at grøða hin málleysa mannin, bjóðar ein fariseari honum til døgurða. Áðrenn fariseararnir eta, er siður at teir vaska hendur og armar heilt upp undir albogan. Teir gera tað fyri og eftir einari máltíð, og eisini ímillum rættirnar. Hóast siðurin ikki er í stríð við nakra av Guds skrivaðu lógum, er tað meir enn Gud krevur í lógum sínum um siðbundnan reinleika.

Tá Jesus nú ikki heldur henda sið undrast verturin. Kanska sigur farisearin tað ikki í orðum, men Jesus varnast tað kortini og sigur: „Tit Farisearar reinsa nú bikarið og fatið uttan, men innan eru tit fullir av ráni og óndskapi. Dárar tykkara! Hann, sum gjørdi tað, ið út vendir, gjørdi Hann ikki eisini tað, ið inn vendir!“

Soleiðis avdúkar Jesus hykl farisearanna, sum vaska hendurnar reinar eftir einum siði men ikki vaska óndskapin úr hjørtum sínum. Hann leiðbeinir: „Gevið tað, sum innaní er, til olmussu, og tá er alt tykkum reint.“ Geva teir gávur, skulu teir gera tað av kærleika og ikki fyri at vekja ans við sínum uppgjørda rættvísi.

„Vei tykkum, tit Farisearar!“ heldur Jesus fram. „Tí tit tíggjunda av myntu, rútu og alskyns urtum og spyrja ikki um rætt og kærleika til Gud; hetta skuldi verðið gjørt, og hitt ikki verið ógjørt.“ Lógin Gud gav Ísrael kravdi at ein læt tíggjund, tað vil siga tíggjundapart, av tí sum varð heystað. Mynta og rúta eru smáar plantur ella urtir sum verða brúktar at geva matinum smakk. Fariseararnir gera nógv burtur úr at lata tíggjund, eisini av hesum smáu urtum sum lítið hava at týða. Jesus fordømir at teir einki leggja í boðini um at vísa kærleika, vera vinaligur og lagaligur, sum hava nógv størri týdning.

Hann fordømir teir uppaftur meir tá hann sigur: „Vei tykkum, tit Farisearar, sum fegin vilja sita fremstir í sýnagogunum og verða heilsaðir á torgunum! Vei tykkum! Tí tit líkjast grøvum, ið ikki síggjast, sum menniskjuni ganga oman á og vita ikki av tí.“ Óreinska farisearanna er duld. Gudsdýrkan teirra er fróm uttaná men virðisleys innan! Hon er grundað á hykl.

Ein lógkønur, ein sum er innarlaga í lóg Guds, hoyrir hesa fordøming og klagar: „Meistari! Við at siga hetta gongur Tú eisini okkum ov nær.“

Men Jesus metir eisini hesar lógkønu at bera ábyrgd, hann sigur: „Vei tykkum við, tit lógkønu! Tí tit leggja byrðar á menniskjuni, sum tey illa fáa borið, og sjálvir nema tit ikki byrðarnar við einum fingri. Vei tykkum! Tí tit byggja gravir profetanna, og fedrar tykkara drópu teir.“

Byrðarnar Jesus nevnir eru mannasagnirnar, tí hesir lógkønu góvu ikki fólkinum tað minsta forboðið eftir fyri at lætta um hjá teimum. Jesus avdúkar at teir enntá taka undir við at profetarnir vórðu dripnir, og tí ávarar hann: „„Blóð alra profeta, sum úthelt er, frá tí heimurin varð grundaður, skal verða kravt av hesi ætt — frá blóði Ábels líka til blóð Zakariasar, sum dripin varð millum altarið og templið“; ja, Eg sigi tykkum: Tað skal verða kravt av hesi ætt.“

Mannaheimurin sum kundi endurloysast byrjaði tá Ádam og Eva fingu børn; Ábel livdi tí tá „heimurin varð grundaður“. Eftir at teir við illum høvdu dripið Zakarias, ella Zakarja, eyðrændi ein aramaiskur herur Juda. Men Jesus boðar frá at eitt størri rán skal fara fram í hansara egna ættarliði, tí tað er uppaftur óndari. Hetta rán kom umleið 38 ár seinni, í ár 70.

Jesus sigur, framvegis fordømandi: „Vei tykkum, tit lógkønu! Tí tit hava tikið burt lykil kunnskaparins; sjálvir eru tit ikki farnir inn, og teimum, ið vildu fara inn, hava tit forðað.“ Teir lógkønu høvdu skyldu at greiða fólkinum frá orði Guds, at ’lata teimum upp’ so tey skiltu tað. Men teir svíkja hesa ábyrgd og taka beinleiðis møguleikan at skilja Guds orð frá fólkinum.

Fariseararnir og hinir lógkønu eru sintir inn á Jesus tí hann avdúkar teir. Tá hann fer út úr húsinum fara teir at ganga hart á hann og díkja hann undir í spurningum. Teir royna at lokka hann at siga okkurt sum hann kann verða settur fastur fyri. Lukas 11:37-54; 5 Mósebók 14:22; Mika 6:8; 2 Krønikubók 24:20-25.

▪ Hví fordømir Jesus fariseararnar og hinar lógkønu?

▪ Hvørjar byrðar leggja hinir lógkønu á fólkið?

▪ Nær varð ’heimurin grundaður’?