Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Um hjúnaskilnað og um kærleika til børn

Um hjúnaskilnað og um kærleika til børn

Kapittul 95

Um hjúnaskilnað og um kærleika til børn

JESUS og lærisveinar hansara eru á veg til Jerúsalem at halda páskir ár 33. Teir fara um Jordanánna og halda leiðina fram ígjøgnum Perea. Har var Jesus eisini fáar vikur frammanundan, men tá komu boð eftir honum úr Judea tí vinur hansara Lazarus var sjúkur. Tá Jesus ta ferðina var í Perea tosaði hann við nakrar farisearar um hjúnaskilnað, og nú bera teir aftur evnið upp á mál.

Farisearar hava ymiskar meiningar um hjúnaskilnað. Móses segði at maður kundi skilja seg frá konu síni um hann ’fann okkurt hjá henni, sum beyð honum ímóti’. Summir eru vísir í at hetta einans sipar til ótrúskap, meðan aðrir halda at ’okkurt sum býður ímóti’ eisini merkir heilt smá misbrot. Nú vilja fariseararnir royna Jesus, og teir spyrja tí: „Er loyviligt at skilja seg frá konu síni av eini og hvørji grund?“ Teir rokna við at Jesus, hvussu hann so svarar, fær trupulleikar við teimum farisearunum sum hugsa øðrvísi.

Jesus svarar spurninginum meistarliga. Hann roynir ikki at toknast menniskjum, men vísir til tað sum upprunaliga var ætlanin við hjúnalagnum. Hann spyr: „Hava tit ikki lisið, at Skaparin av fyrstum gjørdi tey til mann og kvinnu og segði: „Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold!“ So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“

Sum Jesus vísir á, ætlaði Gud av fyrstan tíð at hjúnafelagar skuldu halda saman og ikki lata seg skilja. Men um so er, svara fariseararnir, „hví beyð tá Móses at geva skilnaðarbræv og skiljast frá henni?“

„Tí hjørtu tykkara eru so hørð, gav Móses tykkum loyvi at skiljast frá konum tykkara,“ svarar Jesus, „men av fyrstum hevur ikki verið so.“ Nei, tá Gud í Edens urtagarði ásetti hvussu hjúnalagið av røttum skuldi vera, gav hann ongan møguleika fyri hjúnaskilnaði.

Jesus heldur fram við fariseararnar: „Og Eg sigi tykkum, at tann, ið skilst frá konu síni, táið tað ikki er fyri hor [úr grikskum: por·neiʹi], og giftist við aðrari, drívur hor.“ Sostatt vísir hann at einasta orsøkin til hjúnaskilnað, sum Gud viðurkennir, er por·neiʹa, kynsligt siðloysi av grovum slag.

Tá lærisveinarnir skilja at hjúnalagið skal vera eitt varandi samband og at einasta gilda orsøkin til hjúnaskilnað er siðloysi, halda teir fyri: „Eru viðurskiftini so millum mann og konu, tá er ikki ráðiligt at giftast!“ Tann ið ætlar sær at giftast, má í álvara hugsa um at hjúnabandið er varandi!

Síðan talar Jesus um ta ógiftu støðuna. Hann greiðir frá at summir menn eru føddir geldingar; teir verða ikki kynsbúnir og fáa tískil ikki gift seg. Aðrir verða geldir av menniskjum, kynsliga lamløstaðir á ræðuligan hátt. Og at enda eru summir sum halda ynskinum um at giftast og njóta kynsliga samlívið niðri, so teir meir heilhjartaðir kunnu geva seg til tað sum hevur við himlanna ríki at gera. „Tann, ið kann fata hetta orð [um ta ógiftu støðuna], hann fati tað!“ endar Jesus.

Nú leiða fólk síni smáu børn til hansara. Men lærisveinarnir deila og ætla at reka børnini burtur, ivaleyst fyri at Jesus ikki skal verða órógvaður meir enn neyðugt er. Men Jesus sigur: „Latið hini smáu børn koma til Mín, forðið teimum ikki! Tí ríki Guds hoyrir slíkum til. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið ikki tekur ímóti ríki Guds eins og lítið barn, skal als ikki koma inn í tað.“

Frálæra sum dugur er í! Skulu vit taka ímóti Guds ríki noyðast vit at taka eftir smáum børnum í eyðmjúkleika og læruvilja. Fyridømi Jesusar vísir eisini hvussu týdningarmikið tað er at serstakliga foreldur nýta tíð til børnini. Jesus vísir nú kærleika sín til tey smáu — hann tekur tey í favnin og signar tey. Matteus 19:1-15; 5 Mósebók 24:1; Lukas 16:18; Markus 10:1-16; Lukas 18:15-17.

▪ Hvørjar ymiskar meiningar hava fariseararnir um hjúnaskilnað, og hvussu ætla teir at royna Jesus?

▪ Hvussu svarar Jesus tá fariseararnir vilja royna hann, og hvat sigur hann vera einastu orsøk til hjúnaskilnað?

▪ Hví siga Jesu lærisveinar tað ikki vera ráðiligt at gifta seg, og hvat mælir Jesus til í hesum sambandi?

▪ Hvat lærir Jesus okkum við atburði sínum móti hinum smáu børnunum?