Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Uppreisnarvónin

Uppreisnarvónin

Kapittul 90

Uppreisnarvónin

Á FERÐ síni er Jesus nú komin til útjaðaran á landsbygdini Betania, umleið 3 kilometrar úr Jerúsalem. Bert fáir dagar eru lidnir síðan Lazarus doyði og varð grivin. Systrar hansara Maria og Marta syrgja framvegis, og nógv eru komin heim til teirra at ugga tær.

Mitt í allari sorgini fær Marta boð um at Jesus er á veg. Hon skundar sær út at møta honum, eyðsýnliga uttan at siga systrini frá. Tá Marta hittir Jesus tekur hon uppaftur tað sum hon og Maria ivaleyst ofta hava havt á munni sínámillum fýra teir seinastu dagarnar: „Harri! Hevði Tú verið her, so hevði bróðir ikki doyð!“

Marta vísir kortini eisini at hon ikki hevur slept allari vón, tí hon letur eitt orð falla um at Jesus kanska enn fær gjørt okkurt fyri bróður hennara. ’Eg veit, at hvat Tú so biður Gud um, gevur Gud Tær,’ sigur hon.

„Bróðir tín skal rísa upp aftur!“ lovar Jesus.

Marta heldur at Jesus tosar um framtíðar uppreisnina á jørðini, sum Ábraham og aðrir Guds tænarar eisini gleddu seg til. Hon svarar tí: „Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini síðsta dag.“

Men Jesus gevur vón um eina loysn her og nú. „Eg eri uppreisnin og lívið,“ sigur hann, og minnir síðan Martu á at Gud hevur givið honum vald á deyðanum. Hann heldur fram: „Tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr. Og hvør tann, ið livir og trýr á Meg, skal í allar ævir ikki doyggja.“

Við hesum sigur Jesus ikki fyri Martu, at tey trúføstu í samtíð hansara aldri skulu doyggja. Nei, tað hann meinar er, at trúgvin á hann kann geva ævigt lív. Tað lívið fáa tey flestu við uppreisnini síðsta dag. Men onnur trúføst koma at yvirliva endan á tí heimsskipan sum nú er á jørðini, og í teirra føri verða orð Jesusar uppfylt heilt bókstavliga. Tey skulu als ikki doyggja! Eftir at hava sagt hesi merkisverdu orð spyr Jesus Martu: „Trýrt tú hesum?“

„Ja, Harri,“ svarar hon. „Eg trúgvi, at Tú ert Kristus, Sonur Guds, Hann, sum skal koma í heimin!“

Síðan skundar Marta sær aftur til systur sína og rópar hana til sín. Tá tær eru tværeinar sigur hon loyniliga fyri henni: „Meistarin er her og vil finna teg!“ Og Maria fer av húsum í stundini. Hetta síggja hini og fara aftan á henni, tí tey halda hon ætlar sær út til minnisgrøvina.

Tá Maria kemur fram á Jesus fellur hon niður fyri føtur hansara, og grátandi sigur hon: „Harri! Hevði Tú verið her, so hevði bróðir ikki doyð!“ Jesus verður ógvuliga rørdur tá hann sær Mariu og øll ið eru við henni gráta. „Hvar hava tit lagt hann?“ spyr hann.

„Harri, kom og síggj!“ svara tey.

Jesus fer eisini at gráta, og tá siga jødarnir: „Hygg, hvussu Hann elskaði hann!“

Onkrum rennur í huga at Jesus fáar mánaðir frammanundan, um ta tíðina tá tey hildu leyvsalahøgtíð, grøddi ein ungling sum var føddur blindur, og tey spyrja: „Kundi Hann, sum læt upp eygu hins blinda, ikki eisini havt gjørt, at hesin ikki var deyður!“ Jóhannes 5:21; 6:40; 9:1-7; 11:17-37.

▪ Nær kemur Jesus til útjaðaran á Betania, og hvat er hent?

▪ Hví trýr Marta á eina uppreisn?

▪ Hvussu ávirkar tað Jesus at Lazarus er deyður?