Vísir seg fleiri ferðir, og andin verður útheltur
Kapittul 131
Vísir seg fleiri ferðir, og andin verður útheltur
JESUS hevur sett øllum 11 ápostlum sínum stevnu nærindis einum fjalli í Galilea. Aðrir lærisveinar tykjast eisini at hava frætt tað, og meiri enn 500 fólk eru komin saman. Øll eru glað um at vera komin, tí Jesus vísir seg og fer at læra tey!
Millum annað sigur Jesus teimum mongu fólkunum at Gud hevur givið honum alt vald í himli og á jørð. „Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar,“ áminnir hann, „doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum!“
Ja, hann heimilar bæði monnum, kvinnum og børnum at taka lut í arbeiðinum við at gera lærisveinar. Mótstøðumenn vilja royna at forða teimum at boða og læra, men Jesus uggar: „Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.“ Við tí heilaga andanum skal Jesus framvegis vera hjá lærisveinunum og hjálpa teimum at fullføra tænastuna.
Í 40 dagar eftir uppreisn sína vísir Jesus seg livandi fyri lærisveinum sínum og nýtir tá høvi at greiða teimum frá ríki Guds og vísa á ta ábyrgd teir hava sum lærisveinar hansara. Á einum sinni vísir hann seg eisini fyri Jákupi, hálvbróður sínum sum áður var vantrúgvandi, og sannførir hann um at hann veruliga er Kristus.
Meðan ápostlarnir enn eru í Galilea, gevur Jesus teimum helst boð um at fara aftur til Jerúsalem. Tá hann møtir teimum har, sigur hann at teir ikki skulu fara úr Jerúsalem, men „bíða eftir tí, sum Faðirin hevði lovað — „sum tit“, segði Hann, „hava hoyrt Meg tala um. Tí Jóhannes doypti við vatni; men tit skulu verða doyptir í Heilaga Andanum, áðrenn nógvir dagar eru umlidnir.““
Seinni møtist Jesus aftur við ápostlum sínum og leiðir teir út um býin, heilt til Betania, sum liggur á skráanum eystantil á Oljufjallinum. Hóast alt tað Jesus hevur sagt teimum um at hann skjótt skal fara til himmals, trúgva teir framvegis, so løgið tað ljóðar, at ríki hansara skjótt verður stovnað á jørðini. Ápostlarnir spyrja tí: „Harri! Er hetta tíðin, táið Tú endurreisir Ísrael ríkið?“
Í staðin fyri at rætta mistakið enn eina ferð, svarar Jesus bara: „Tað er ikki fyri tykkum at vita tíðir og tímar, sum Faðirin hevur ásett av Sínum egna valdi.“ Síðan leggur hann aftur dent á tað arbeiðið teir skulu gera og sigur: „Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerúsalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar.“
Meðan teir síggja, fer Jesus nú upp móti himli, og eitt skýggj tekur hann burtur úr eygsjón teirra. Jesus er farin úr sínum holdliga likami og fer nú til himmals sum andaskapningur. Og meðan teir ellivu stara upp móti himli, koma tveir menn í hvítum klæðum til sjóndar undir liðini á teimum. Hesir báðir materialiseraðu einglarnir spyrja: „Tit menn úr Galilea! Hví standa tit og hyggja upp móti himli? Hesin Jesus, sum er tikin upp til Himmals frá tykkum, skal koma aftur, á sama hátt sum tit sóu Hann fara til Himmals.“
Jesus fór frá jørðini uttan nakað alment hávasták, og eingin uttan hansara trúgvu lærisveinar vóru hjástaddir. Hann kemur aftur á sama hátt — uttan alment hávasták og soleiðis at bara hansara trúgvu lærisveinar skilja at hann er afturkomin og at hjávera hansara í veldi Ríkisins er byrjað.
Ápostlarnir ganga nú oman av Oljufjallinum, tvørtur um Kedrondalin og innaftur í Jerúsalem. Har verða teir verandi eftir Jesu boðum. Tíggju dagar seinni, á jødisku vikuhøgtíðini ella hvítusunnudagin ár 33, eru umleið 120 lærisveinar komnir saman í Jerúsalem í einum sali í erva. Knappliga ljóðar av himli ljóð sum av óførum stormi ið kemur brestandi, og tað fyllir alt húsið sum teir sita í. Tungur eins og av eldi vísa seg fyri teimum, og ein setast á hvønn teirra, og allir lærisveinarnir fara at tala á ymsikum máli. Hetta er heilagi andin ið verður útheltur sum Jesus hevur lovað! Matteus 28:16-20; Lukas 24:49-52; 1 Korintbræv 15:5-7; Ápostlasøgan 1:3-15; 2:1-4.
▪ Hvørjum gevur Jesus seinastu boðini nærindis fjallinum í Galilea, og hvørji eru hesi boð?
▪ Hvussu uggar Jesus lærisveinar sínar, og hvussu skal hann framvegis vera við teimum?
▪ Hvussu leingi vísir Jesus seg fyri lærisveinunum eftir uppreisn sína, og hvat lærir hann teir?
▪ Jesus vísir seg fyri einum sum ætlandi ikki var lærisveinur hansara áðrenn hann doyði, hvør er hann?
▪ Hvat hendir báðar tær seinastu ferðirnar Jesus møtir ápostlum sínum, og hvar møtast teir?
▪ Hvat merkir tað at Jesus skal koma aftur á sama hátt sum hann fer frá teimum?
▪ Hvat hendir á hvítusunnu ár 33?