Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Verið til reiðar!

Verið til reiðar!

Kapittul 78

Verið til reiðar!

EFTIR at Jesus hevur ávarað mannamúgvurnar ímóti havisjúku og rátt lærisveinunum til ikki at hugsa ov nógv um hitt tímiliga, sigur hann eggjandi: „Óttast ikki, lítla fylgi! Tí Faðir tykkara líkaði at geva tykkum ríkið.“ Soleiðis vísir hann at bert lutfalsliga fá (144.000 fáa vit seinni at vita) koma í tað himmalska ríkið. Meginparturin av teimum sum fáa ævigt lív verða tegnar Ríkisins á jørðini.

„Ríkið“ er ein undursom gáva! Jesus lýsir hvussu taksamir lærisveinarnir áttu at verið nú henda gáva varð teirra, hann sigur: „Seljið tað, sum tit eiga, og gevið olmussu!“ Ja, ognir sínar eiga teir at brúka so onnur fáa andaligt gagn av tí og soleiðis savna sær „skatt í Himli“.

Nú minnir Jesus lærisveinarnar á at vera til reiðar tá hann kemur aftur. Hann sigur: „Lendar tykkara veri gyrdar, og ljós tykkara brennandi! Og verið tit sum fólk, ið bíða eftir harra sínum, nær hann man fara úr brúdleypinum, so tey, við tað sama sum hann kemur og bankar uppá, kunnu lata honum upp! Sælir eru teir tænarar, ið Harrin finnur vaknar, táið Hann kemur! Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal binda belti um seg og seta teir til borðs og ganga har og tæna teimum.“

Tænararnir í hesum líknilsinum eru til reiðar at taka ímóti harra sínum tá ið hann kemur aftur, tí teir hava hálað sínar longu kappar upp og fest teir inn undir beltið, og teir halda áfram at gera tænastu til langt er liðið út á náttina, í ljósinum frá lampunum sum eru fyltar við olju. Jesus sigur: ’Kemur Harrin í aðraði náttarvøku [frá umleið klokkan níggju á kvøldi til midnátt], ella í triðju náttarvøku [frá midnátt til umleið klokkan trý á morgni], og finnur tað so — sælir eru teir!’

Lønin Harrin gevur tænarum sínum er óvanlig. Hann letur teir fara til borðs, og byrjar sjálvur at tæna teimum. Hann fer við teimum sum við trúgvum vinum, ikki sum við tænarum — ein vøkur løn til teirra sum hava hildið á at arbeiða fyri harra sín alla náttina, meðan teir bíðaðu eftir at hann skuldi koma aftur! Jesus endar: „Verið eisini tit til reiðar! Tí Menniskjasonurin kemur, tann tíma tit ikki hugsa.“

Nú spyr Pætur: „Harri, er tað okkum, Tú talar um í hasum líknilsinum, ella er tað øll?“

Í staðin fyri at svara beinleiðis ber Jesus fram eina aðra myndatalu: „Hvør er nú hin trúgvi og skilagóði húshaldarin, ið Harrin fer at seta yvir húsfólk Sítt, at geva teimum hin ásetta kostin í rættari tíð? Sælur er tann tænari, ið Harri hansara, táið Hann kemur, finnur at bera seg so at. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hann skal seta hann yvir alt, ið Hann eigur.“

„Harrin“ er eyðsæð Jesus Kristus. „Húshaldarin“ lýsir hitt ’lítla fylgið’ av lærisveinum undir einum. ’Tænastufólkini’ mynda eisini henda flokkin sum telur 144.000 ið fáa hitt himmalska ríkið, men her er hugsað um tænastu teirra sum einstaklingar. Tað sum harrin „eigur“ og sum hin trúgvi húshaldarin er settur at ansa eftir, er kongligu áhugamál harrans her á jørðini, eisini tegnar Ríkisins á jørðini.

Jesus heldur fram við myndataluni og vísir at kanska fara ikki allir limirnir í hesum húshaldara- ella tænaraskara at verða trúgvir. Hann sigur: „Men sigur hesin tænari so í hjarta sínum: „Harri mín drálar at koma!“ — og fer so at sláa dreingirnar og arbeiðskonurnar og eta og drekka og stoyta seg fullan, so skal Harrin hjá hesum tænara koma, ein dag hann ikki væntar, . . . og høgga hann sundur.“

Jesus sigur at hann við komu síni hevur birt ein eld jødanna millum — summir skulu taka ímóti boðskapinum og aðrir vraka hann. Nú eru meir enn trý ár síðan hann varð doyptur í vatni, men nú nærkast dópur hansara til deyðan, og sum hann sigur: „Hvussu fullur av angist eri Eg ikki, inntil hann er fullførdur!“

Eftir at hava sagt lærisveinum sínum hetta, vendir Jesus sær aftur til skararnar. Hann harmast um at tey alsamt nokta at góðtaka tann greiða vitnisburðin um hvør hann er og ásanna týdningin av tí. „Táið tit síggja skýggj koma upp í vestri, siga tit við tað sama: „Nú kemur regn!“ — Og so verður,“ sigur hann. „Og táið tit síggja, at sunnanvindur er, siga tit: „Nú verður hiti!“ — Og tað verður. Hyklarar tykkara! Tit duga á at skyna, hvussu jørð og himmal síggja út, men hví duga tit tá ikki á at skyna tíðini, ið nú er?“ Lukas 12:32-59.

▪ Hvussu nógv eru í tí ’lítla fylginum’, og hvat fáa tey?

▪ Hvussu leggur Jesus dent á at tænarar hansara mugu vera til reiðar?

▪ Hvør er „Harrin“, „húshaldarin“ og ’tænastufólkini’ í myndatalu Jesusar, og hvat er tað harrin „eigur“?