Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Við Galileavatnið

Við Galileavatnið

Kapittul 130

Við Galileavatnið

ÁPOSTLARNIR fara nú aftur til Galilea, sum Jesus hevur sagt at teir skulu. Men teir ivast í hvat teir skulu gera har. Tá ein løta er farin sigur Pætur við Tummas, Natanael, Jákup og bróður hansara Jóhannes, og tveir aðrar ápostlar: „Eg fari út at fiska.“

„Eisini vit koma við tær,“ svara hinir seks.

Teir fiska alla náttina, men fáa einki. So, í lýsingini, vísir Jesus seg á strondini, men ápostlarnir vita ikki at tað er hann. Jesus rópar: „Børn, hava tit nakað at eta?“

„Nei,“ svara teir úti á vatninum.

„Setið út garnið høgrumegin bátin, so skulu tit fáa!“ sigur hann. Og tá teir gera tað, er so nógvur fiskur í, at teir ikki eru mentir at draga garnið upp.

„Tað er Harrin!“ rópar Jóhannes.

Tá Pætur hoyrir tað, bindur hann alt fyri eitt yvirpartin av plagginum um seg, tí hann er farin úr klæðunum. So loypur hann útí og svimur teir umleið 90 metrarnar inn á strondina. Eftir honum koma hinir ápostlarnir við tí lítla bátinum, sleipandi garnið við fiskinum eftir sær.

Komnir á land síggja teir kolgløður og fisk liggja á teimum, og breyð. „Komið higar við fiski av tí, sum tit fingu nú!“ sigur Jesus. Pætur fer í bátin og dregur garnið inn á land. 153 stórir fiskar eru í tí!

„Komið higar og fáið tykkum at eta!“ sigur Jesus.

Eingin av teimum vágar sær at spyrja: „Hvør ert Tú?“ tí teir vita allir at tað er Jesus. Hetta er sjeynda ferðin Jesus vísir seg fyri teimum eftir at hann er risin upp, og triðja ferðin hann vísir seg fyri ápostlunum samlaðum. Jesus gevur nú hvørjum teirra breyð og fisk til morgunmat.

Tá teir hava etið, eygleiðir Jesus helst ta stóru fiskarúgvuna og spyr so Pætur: „Símun, sonur Jóhannes, elskar tú meg, meir enn hesar?“ Jesus vil ivaleyst vita um Pæturi dámar betur at vera fiskimaður enn at útinna tann gerning sum Jesus hevur búgvið hann til.

„Ja, Harri, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“ svarar Pætur.

„Føð lomb Míni!“ svarar Jesus.

Jesus spyr uppaftur, aðru ferð: „Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg?“

„Ja, Harri, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“ svarar Pætur álvarsamur.

„Ver hirði hjá seyði Mínum!“ býður Jesus aftur.

Tó spyr hann triðju ferð: „Símun, sonur Jóhannes, hevur tú Meg kæran?“

Nú verður Pætur keddur. Hann hugsar kanska at Jesus ivast í um hann er loyalur. Undir sakarmálinum móti Jesusi noktaði Pætur hóast alt tríggjar ferðir at kennast við hann. Pætur sigur tí: „Harri, Tú veitst alt, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“

„Føð seyð Mín!“ býður Jesus honum triðju ferð.

Við Pæturi sum dømi ger Jesus ápostlunum greitt hvat arbeiði hann vil hava teir at gera. Hann skal skjótt fara burtur frá jørðini, og hann vil at teir skulu ganga undan og hjálpa teimum sum verða leidd inn í seyðahús Guds.

Jesus varð jú bundin og avrættaður tí hann gjørdi tann gerning Gud hevði givið honum at gera, og nú avdúkar hann at nakað líknandi skal henda Pæturi. „Táið tú vart yngri,“ sigur Jesus við hann, „gyrdi tú teg sjálvur og fórt, hagar tú vildi; men táið tú verður gamal, skalt tú rætta út hendur tínar, og annar skal gyrða teg og leiða teg, hagar tú ikki vilt.“ Hóast deyðin sum pínslarváttur væntar Pæturi, áminnir Jesus: „Fylg Mær!“

Tá Pætur vendir sær á, ber hann eyga við Jóhannes og spyr: „Harri, hvussu verður tá við hesum?“

„Um Eg vil, at hann skal liva, inntil Eg komi,“ svarar Jesus, „hvat kemur tær við tað! Fylg tú Mær!“ Nógvir lærisveinar skilja hesi orðini soleiðis at Jóhannes ápostul ongantíð skal doyggja. Men sum Jóhannes ápostul seinni greiðir frá, segði Jesus ikki at hann ikki skuldi doyggja, men bert: „Um Eg vil, at hann skal liva, inntil Eg komi, hvat kemur tær við tað!“

Seinni hevur Jóhannes eisini hesa áhugaverdu viðmerking: „Men eisini er mangt annað, sum Jesus hevur gjørt; skuldi tað verðið skrivað, hvørt fyri seg, haldi eg, at allur heimurin hevði ikki rúmað bókunum, ið tá høvdu verðið skrivaðar.“ Jóhannes 21:1-25, (NV); Matteus 26:32; 28:7, 10.

▪ Hvat vísir at ápostlarnir ivast í hvat teir skulu gera í Galilea?

▪ Hvussu kenna ápostlarnir Jesus aftur við Galileavatnið?

▪ Hvussu nógvar ferðir hevur Jesus nú víst seg eftir uppreisn sína?

▪ Hvussu leggur Jesus dent á tað hann vil hava ápostlarnar at gera?

▪ Hvørja ábending gevur Jesus um deyðan Pætur hevur í væntu?

▪ Hvat sigur Jesus um Jóhannes, sum verður misskilt av nógvum lærisveinum?