Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Við barn — men ikki gift

Við barn — men ikki gift

Kapittul 4

Við barn — men ikki gift

MARIA er við barn og hetta er triði mánaðurin hjá henni. Tú minnist, hon vitjaði Elisabet ta fyrstu tíðina hon gekk við barninum, men nú er hon komin heimaftur til Nazaret. Skjótt veit allur býurin hvussu tað er vorðið við henni. Maria er í eini torførari støðu!

Og uppaftur verri — Maria er trúlovað við Jósefi, træsmiðinum, og eftir tí lóg Gud gav Ísrael veit hon, at kvinna sum er trúlovað við einum manni, men av fríum vilja hevur kynsligt samband við ein annan, skal steinast til deyða. Hvussu kann hon nú greiða Jósefi frá at hon er við barn?

Maria hevur verið burturstødd í tríggjar mánaðir, so tað er einki at ivast í at Jósef gleðir seg at síggja hana aftur. Tá tey hittast, roynir Maria helst at bera honum tíðindini varliga. Hon man royna sum frægast at siga honum at tað er við Guds heilaga anda hon er við barn. Men sum vit kunnu hugsa, fellur tað Jósefi ógvuliga torført at trúgva hesum.

Jósef veit at Maria hevur gott orð á sær, og sum tað skilst er hann ógvuliga góður við hana. Men hvat hon so sigur, sær tað út sum hon er vorðin við barn við einum øðrum manni. Kortini ynskir Jósef ikki at hon skal steinast til deyða ella verða vanvird fyri almenninginum. Tí ætlar hann at skiljast frá henni í loyndum. Tá í tíðini varð ein trúloving hildin at vera líka bindandi sum hjúnaband. Fyri at gera trúlovingina til einkis máttu tey tí lata seg skilja.

Seinni, meðan Jósef enn hugsar um støðuna, sovnar hann. Eingil Jehova vísir seg fyri honum í dreymi og sigur: „Óttast ikki at taka til tín Mariu, konu tína! Tí tað, sum í henni er gitið, er av Heilaga Andanum. Hon skal eiga son, og tú skalt kalla navn Hansara Jesus; tí Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra.“

Jósef vaknar og er ógvuliga takksamur! Hann ger alt fyri eitt sum eingilin gav boð um og leiðir Mariu heim til sín. Tað verður gjørt alment og er í royndum ein brúdleypssiður sum skal vísa at Jósef og Maria nú eru gift. Jósef hevur kortini einki kynsligt samband við Mariu so leingi sum hon gongur við Jesusi.

Men hygg nú! Maria er nógv við barn, og kortini setur Jósef hana upp á eitt esil. Hvar ætla tey sær, og hví fara tey at ferðast nú Maria er so tætt komin at eiga? Lukas 1:39-41, 56; Matteus 1:18-25; 5 Mósebók 22:23, 24.

▪ Hvat hugsar Jósef tá hann frættir at Maria er við barn, og hví?

▪ Hvussu kann Jósef verða skildur frá Mariu tá tey ikki eru gift enn?

▪ Hvør almenn gerð tænir sum brúdleypssiður hjá Jósefi og Mariu?