Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Við høgru hond Guds

Við høgru hond Guds

Kapittul 132

Við høgru hond Guds

HEILAGI andin verður útheltur hvítusunnudagin og tað prógvar at Jesus er komin aftur til himmalin. Sjónin sum lærisveinurin Stefanus fær stutt eftir, vísir eisini hvar Jesus nú er staddur. Beint áðrenn Stefanus verður steinaður fyri sítt trúfasta boðaravirksemi, sigur hann: „Nú síggi eg Himlarnar opnar og Menniskjasonin standa við høgru hond Guds!“

Við høgru hond Guds bíðar Jesus eftir hesum boðum frá Faðir sínum: „Ráð mitt ímillum fíggindar Tínar!“ Men hvat ger Jesus ímeðan, inntil hann tekur stig ímóti fíggindum sínum? Hann ræður ella stjórnar sínum salvaðu lærisveinum, leiðir teir í boðanini og fyrireikar teir til at rísa upp og ráða sum kongar við honum í ríki Faðirs hansara.

Jesus velur til dømis Saul (sum seinni verður kendur undir rómverska navninum, Paulus) at ganga undan í arbeiðinum við at gera lærisveinar í øðrum londum. Saul er eldhugaður fyri Guds lóg, men villleiddur av teimum jødisku trúarleiðarunum. Tí samtykkir hann ikki bara í at Stefanus verður myrdur — hann fer eisini til Damaskus við loyvi frá høvuðsprestinum Kaifasi, at handtaka allar menn og kvinnur sum fylgja Jesusi, og føra tey til Jerúsalem. Men á vegnum skínur knappliga bjart ljós av himli um hann, og hann fellur til jarðar.

„Saul, Saul! Hví søkir tú at Mær?“ spyr ein rødd. Men Paulus sær ongan. „Hvør ert Tú, Harri?“ spyr hann.

„Eg eri Jesus, Hann, sum tú søkir at,“ ljóðar svarið.

Jesus biður Saul, sum er vorðin blindur av tí undursama ljósinum, fara inn í Damaskus og bíða eftir nærri boðum. So vísir Jesus seg í eini sjón fyri Ánaniasi, einum av lærisveinum sínum. Við hann sigur Jesus um Saul: „Hesin er Mær útvaldur reiðskapur til at bera fram navn Mítt, bæði fyri heidningar, kongar og Ísraelsmenn.“

Við hjálp frá Jesusi hava Saul (nú kendur sum Paulus) og aðrir boðarar avbera góð úrslit í boðara- og undirvísingararbeiði sínum. Umleið 25 ár eftir at Jesus hevur víst seg fyri Paulusi á vegnum til Damaskus, skrivar Paulus at evangeliið er „prædikað fyri øllum skapninginum undir himli“.

Nógv ár eftir hetta gevur Jesus elskaða ápostli sínum, Jóhannesi, eina røð av sjónum. Í hesum sjónunum, sum Jóhannes lýsir í Opinberingarbókini í Bíbliuni, upplivir hesin ápostulin sanniliga í ævi síni at síggja Jesus koma aftur í veldi Ríkisins. Jóhannes greiðir frá at hann „í andanum“ varð fluttur fram í tíðini til „dag Harrans“. Hvat er ’dagur Harrans’?

Ein gjølla kanning av profetorðunum í Bíbliuni, eisini profetorðunum hjá Jesusi sjálvum um seinastu dagarnar, vísir at ’dagur Harrans’ byrjaði í merkisárinum 1914 — ja, í hesum ættarliði! Í 1914 kom Jesus sostatt aftur, ósjónliga og uttan alment hávasták; einans trúgvu tænarar hansara varnaðust afturkomu hansara. Tað árið beyð Jehova Jesusi at ráða mitt ímillum fíggindar sínar!

Jesus aktaði boðunum frá Faðir sínum og reinsaði himmalin fyri Satan og hansara illu andar við at kasta teir niður á jørðina. Eftir at Jóhannes hevur sæð hendingina í eini sjón, hoyrir hann eina rødd av himli siga: „Nú eru frelsan, mátturin og ríkið vorðin Guds okkara, og veldið hins salvaða Hansara!“ Ja, í 1914 tók Kristus við sum kongur!

Hetta er av sonnum gleðilig tíðindi hjá teimum sum tilbiðja Jehova í himli! Sagt verður við teir: „Fegnist tí, tit Himlar og tit, sum í teimum búgva!“ Men hvussu er vorðið við teimum sum búgva á jørðini? „Vei jørðini og havinum!“ heldur røddin úr himli fram. „Tí Djevulin er komin niður til tykkara — í stórari vreiði, tí hann veit, at tíðin, hann hevur, er so stutt!“

Vit liva júst nú í hesum stutta tíðarskeiði. Í løtuni verða fólk býtt í tvinnar bólkar, tey sum koma inn í Guds nýggju verð, og tey sum verða týnd. Sannleikin er, at tín framtíð er treytað av hvussu tú bert teg at tá tú hoyrir gleðiboðskapin um Guds ríki sum nú verður boðaður um alla jørðina undir leiðslu Krists.

Tá henda sundurbýtingin er liðug, skal Jesus Kristus umboða Gud og reinsa alla Satans heimsskipan og allar stuðlar hennara burtur av jørðini. Tað fer fram í krígnum sum í Bíbliuni nevnist Harmageddon. Aftaná skal Jesus, hin størsti í alheiminum næstur Jehova Gudi sjálvum, taka Satan og hansara illu andar og binda teir í túsund ár í ’avgrundini’, tað merkir í deyðakendum óvirksemi. Ápostlasøgan 7:55-60; 8:1-3; 9:1-19; 16:6-10; Sálmur 110:1, 2; Hebrearabrævið 10:12, 13; 1 Pætur 3:22; Lukas 22:28-30; Kolossebrævið 1:13, 23; Opinberingin 1:1, 10; 12:7-12; 16:14-16; 20:1-3; Matteus 24:14; 25:31-33.

▪ Hvar er Jesus eftir at hann er farin til himmals, og hvørjum bíðar hann eftir?

▪ Hvørjum ræður ella stjórnar Jesus eftir at vera komin til himmalin, og hvat vísir at hann ræður?

▪ Nær byrjaði ’dagur Harrans’, og hvat hendi tá hesin dagur byrjaði?

▪ Hvør sundurbýting sum fer fram í dag nemur hvønn einstakan av okkum, og á hvørjum grundaglagi fer sundurbýtingin fram?

▪ Hvat hendir tá sundurbýtingin er liðug?