Ymiskar meiningar um Jesus
Kapittul 41
Ymiskar meiningar um Jesus
STUTT eftir at Jesus hevur vitjað Símun, byrjar hann aðru prædikuferð sína í Galilea. Á fyrru ferðini har í økinum vóru fyrstu lærisveinar hansara, Pætur, Andrias, Jákup og Jóhannes við. Men nú eru bæði hinir 12 ápostlarnir og nakrar kvinnur í ferðalagnum, teirra millum Maria Magdalena, Súsanna og Jóhanna, sum er gift við manni í høgum starvi hjá Heródesi kongi.
So við og við sum Jesu tænasta styrkist, harðnar eisini kjakið um verk hansara. Tey koma til hansara við einum manni sum er settur av illum anda, hann er hartil blindur og stummur, og tá Jesus loysir hann frá hinum illu andunum so hann bæði sær og talar, stendur alt fólkið ovfarið. „Man tað vera so, at hetta er Dávidssonurin?“ siga tey.
So nógv fólk savnast um húsið Jesus er í, at hann og lærisveinarnir ikki so mikið sum fáa etið eina máltíð. Aftrat teimum sum hugsa at hann kanska er hin lovaði „Dávidssonurin“, eru eisini skriftlærdir og farisearar. Teir eru komnir allan vegin úr Jerúsalem at koma honum í ringt orð. Skyldfólk Jesusar frætta um allan ófriðin kring hann og koma út eftir honum. Hví?
Millum annað tí egnu brøður Jesusar enn ikki trúgva at hann er sonur Guds. Og síðan líkist tað als ikki tí Jesusi teir kenna úr dreingjaárunum í Nazaret at skapa slíkan háva og ófrið. Teir halda tí at Jesus hevur okkurt álvarsamt sálarligt brek. „Hann er frá Sær sjálvum,“ hugsa teir, og vilja taka hann burtur við valdi.
Men tað stendur púra greitt at Jesus hevur grøtt ein mann sum var settur av illum anda. Hinir skriftlærdu og fariseararnir vita, at teir ikki kunnu avnokta tað. Tískil royna teir at sáa iva um Jesus millum fólkini: „Tað er bert við Be’elzebul, høvdinga hinna illu anda, hesin rekur út illar andar!“
Men Jesus kennir hugsanir teirra, hann kallar hinar skriftlærdu og fariseararnar til sín og sigur: „Hvørt ríki, sum kemur í stríð við seg sjálvt, legst í oyði, og eingin býur, sum kemur í stríð við seg sjálvan, verður standandi, einki hús heldur. Um nú Satan rekur út Satan, er hann komin í stríð við seg sjálvan; hvussu verður ríki hansara tá standandi!“
Greitt og skilvíst! Og av tí at fariseararnir siga at onkur av teirra egnu eisini hevur rikið út illar andar, spyr Jesus: „Reki Eg nú út hinar illu andar við Be’elzebul, við hvørjum reka tá synir tykkara teir út?“ Tað teir ákæra Jesus fyri, kann eins væl nýtast ímóti teimum sjálvum. Og Jesus ávarar: „Men reki Eg út hinar illu andar við Anda Guds, er jú ríki Guds komið til tykkara.“
At hann megnar at reka út illar andar má vera prógv um at hann eisini hevur vald á Satani. „Hvussu kann nakar fara inn í hús hins sterka og ræna tað, sum hann eigur, uttan hann fyrst bindur hin sterka! Tá kann hann ræna hús hansara. Tann, ið ikki er við Mær, er ímóti Mær; og tann, ið ikki savnar við Mær, skilir sundur.“ Fariseararnir eru greitt ímóti Jesusi — og vísa sostatt at teir ganga ørindi Satans. Teir skilja ísraelsmenn sundur tá teir reka teir burtur frá Jesusi.
Jesus varar tí hesar satanisku mótstøðumenninar við at „spottan móti Andanum skal ikki verða fyrigivin“. Hann greiðir frá: „Um onkur talar orð móti Menniskjasyninum — tað skal verða honum fyrigivið; men tann, ið talar móti Heilaga Andanum, honum skal tað ikki verða fyrigivið, hvørki í hesi tíð ella í hini komandi.“ Hesir skriftlærdu og farisearar synda ófyrigevandi tá teir óndir geva Satani æruna av undurverkum sum eyðsæð eru framd við Guds heilaga anda. Matteus 12:22-32; Markus 3:19-30; Jóhannes 7:5.
▪ Á hvønn hátt er onnur ferðin hjá Jesusi í Galilea øðrvísi enn hin fyrsta?
▪ Hví royna skyldfólk Jesusar at fáa fatur á honum?
▪ Hvussu royna fariseararnir at sáa iva um undurverk Jesusar, og hvussu rekur Jesus pástandir teirra aftur?
▪ Hvørjum eru hesir fariseararnir sekir í, og hví?