„Æviga fyriætlan Guds“ verður opinberað
99
„Æviga fyriætlan Guds“ verður opinberað
1. Einig vit ganga saman, øll fylgja somu leið.
Orðið og andin vísa veg, tí villist fylgið ei.
Soleiðis var Guds ætlan, hetta varð áður sagt;
skarar av fólki rópa: ’Kom, títt ríki fái makt.’
2. Skaparin, Gud Jehova, hansara ráðagerð
vísir ein veg úr myrkrinum til ríka, nýggja verð.
Rættvísi nú skal valda, Jesus er kongur har,
ófrið og kríggj hann vinnur á, tú frið og trivna sær.
3. Gud hevur øllum ætlað yndisligt búgv, ein stað.
Fólkið, sum fylgir lívsins veg, skal finnast har ein dag.
Latið so okkum leita fet fyri fet har inn.
Gud, hjálp tú okkum stigvíst fram, gev okkum eyðmjúkt sinn.