Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Alvaldi Gud, Jehova

Alvaldi Gud, Jehova

49

Alvaldi Gud, Jehova

(Sálmur 95:3)

1. Stóri Jehova, Gud yvir allar,

gevur okkum yvirflóð; lovsong bera vit tær fró.

Lóggevi, kongur, dómari, faðir,

eyðmjúk styðja vit títt vald og tína lóg.

Á Gud, alt tú ger gott og fullkomið er,

so Faðir, ver hjá og leið okkum her.

Vit æra títt navn, gera tænastu djørv

og virka, har tú okkum vísir á tørv.

Tú hevur skapað, gávmildi Faðir,

skapað alt so sera væl.

2. Stóri Jehova, heilagur ævigt,

ár um ár vit vitna glað, tæna trúgv á sama stað.

Tú ert tað virki, sum okkum verjir,

tá vit gera lýðin tað, tú okkum bað.

Á Gud, tú ert kærleiki, styrki og náð,

men vit eru dust, ja, ússalig smá.

Hjálp tú okkum, Faðir, at tæna tær her,

so hátign og dýrd tín er heilt opinber.

Tú ert tann klettur, sum okkum fjalir,

tú ert Gud, vit líta á.

3. Stóri Jehova, lærari, hirði,

Gud, ið hevur vitni kær, ansar teimum hvørjum sær.

Tú okkum frelsti, keypti og hjálpti,

tá vit biðja, ert tú altíð okkum nær.

Á Gud, tú í náði, ja náði, gav bót,

tú uggar títt fólk, so vit fáa mót.

Vit æra títt navn, bera boð út í verð,

at altíð tín avrádda ætlan júst sker.

Stóri Jehova, tú eigur almakt,

til er eingin annar Gud!