Bøn Guds tænara
88
Bøn Guds tænara
1. Faðir, hoyr í himli hátt,
fría navn títt fyri spott.
Tær er miskunn, vitska frá,
tú um ævir prísast má.
Tú um ævir prísast má,
tær er miskunn, vitska frá.
2. Kunnger, Harri, vegin tín,
annars hvør kann velja sín.
Leið tú okkum í tað ból,
har títt fylgi eigur skjól.
Har títt fylgi eigur skjól,
leið tú okkum í tað ból.
3. Ger tú okkum mild og rein,
so vit ongum volda mein.
Hjørtu bera vísdóms frukt,
har sum andin gevur tukt.
Har sum andin gevur tukt,
hjørtu bera vísdóms frukt.
4. Gud, lat okkum finna frið,
reinlynt tæna lið um lið.
Verði sum tú hevur sagt,
komi ríki títt við makt.
Komi ríki títt við makt,
verði sum tú hevur sagt.