„Balsam í Gilead“
182
„Balsam í Gilead“
1. Fá heilivág úr Gilead, tá hjarta títt er kroyst.
Guds orð veit ráð um balsam, ið fær tungan trega loyst.
Tað linna kann og doyva sorg, tá deyðin kaldi reiv
tín kæra burt; alt slóknaði; tú einsamallur bleiv.
2. Hav tá í huga, Faðir tín er góður, ráð hans víst,
og tí hann loyvir ráma teg, bert gagnar tær til síðst.
So leita ofta Gud í bøn, sig alt, ið nívir teg.
Legg hjartað opið, Faðirin veit tryggan, ljósan veg.
3. Á jørðini er fólk, ið ber Guds halga navn, hans ogn.
Og skrivað er, tey hjálpa tær, so harðveður kenst logn.
Ja, orðið uggar, tak tí við, tá bróðir tín er nær
og vinaligur rættir hond frá Gudi, alt hann sær.
4. Øll onnur verða roynd sum tú og búnast, verða sterk.
Tann roynda trúgvin vísa skal, um fullbúgvið er verk.
So royn tú sjálvur eisini at ugga, turka tár,
tí balsam fæst í Gilead, sum grøða kann øll sár.