Ber gleðiboð
151
Ber gleðiboð
1. Tú sum frætti gleðiboðskap um Guds ríkis veldismátt,
ber út boð, ber tá út tey gleðiboð!
Tala bert við dirvi, segði Harrin, fall tí ei í fátt.
Ber út boð, ber tá út tey gleðiboð!
Far nú hús úr húsi lættur, enn er løtan tøk til tað,
ber hitt góða orðið út og fá teim bók og blað.
Lít á Gud, ver íðin, glaður, tá tú kunngert frælsisdag.
Ber út boð, ber tá út tey gleðiboð!
2. Tú sum frætti gleðiboð um, at til veitslu búgvið var,
ber út boð, ber tá út tey gleðiboð!
Tað er Gud, sum bjóðar eyðmjúkum, ið leita honum nær.
Ber út boð, ber tá út tey gleðiboð!
Sig, at borðreitt er við krásum, sum teim svongu gagnast væl.
Nú kann tystur svala á sær í Guds gildissal.
Bøn um frelsu gjørdi vitnini í fornum tíðum sæl.
Ber út boð, ber tá út tey gleðiboð!
3. Tit, sum hoyrdu róp av frøi, um at nú er friður skjótt,
berið boð, berið út tey gleðiboð!
Fylkist øll, ið søkja Gud Jehova, dýrdarríka Drott.
Berið boð, berið út tey gleðiboð!
Nú er loysnin fyri øll, ið leita rættvísi, í nánd.
Tænið Gudi, berið vitnisburðin út um lond!
Hann vil sjálvur skilja sundur, kanna bæði góð og ónd.
Berið boð, berið út tey gleðiboð!