Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Berjist fyri trúnni

Berjist fyri trúnni

98

Berjist fyri trúnni

(Judas 3)

1. Endans tíð man øta mangan, óndskapur í yvirflóð

hevur rikið kærleik burtur; viknað fólk um trúnna stóð.

Ivast tú, so rek tað burtur, lít á Gud og bið um mót.

Úr Guds orði fá tær styrki, ivan slít so upp við rót.

2. Aldri meir skal Satan vika trúgv á tað, Gud segði frá.

Sannleikan tú finnur einans, har sum Gud læt renna á.

Leska teg og takka fyri, lívsins vatn hann okkum fekk.

Hugsa brøður hvør um annan, tá man eingin villast vekk.

3. Trúarinnar orð má ljóða klárt og skilligt hvørja stund,

lygnarinnar álop steðga; styrkjast hjørtu, mennist lund.

Tá Jehova veldigt sigrar á tí óndu andamakt,

hevur trúgvin frelsu vunnið. Standið tí um trúnna vakt!