’Boða orðið’
162
’Boða orðið’
1. ’Boða orðið!’ Gud Jehova hevur boð til heimsins lond.
Vandamikið er at sova, nú Guds ríki er í nánd!
’Boða orðið,’ tey ið søkja, skulu fata orðið lætt.
Tú fekst tænastu at røkja; sig frá tí, tú hevur frætt!
2. ’Boða orðið’ tíð og ótíð, ver til reiðar hvørja stund.
Tó at støðan tykist óblíð, vónar tú av hjartans grund.
’Boða orðið,’ trongar tíðir køva ikki tann, ið trýr.
Orðsins tænastu hann prýðir, andi Guds í honum býr.
3. ’Boða orðið,’ endin nærkast! Verk Jehova hevur skund!
Eins og seyðir skulu markast tey, ið søkja Harrans fund.
’Boða orðið’ greitt og skilligt, lýs á trygga frelsuleið.
Hav í huga, hjartað villigt svór Jehova trygdareið.