Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Breyðið av himli

Breyðið av himli

150

Breyðið av himli

(Jóhannes 6:51)

1. Jehova, góði Faðir, hin sami allar ævir er.

Vit prísa tær við gleði og líta á tað navn, tú ber.

Fyrr leiddi tú eitt fylgi úr oyðimørk og neyð,

tey fingu, vala hirði, av himli mannabreyð.

Úr klettinum rann vatnið at svala mangan tystan munn.

Tá komið varð til Kána’an, tú leiddi fólkið trygt innum.

2. Tað mannað var ein skuggi, ið vísti á, tú gávu læt.

Guds sonur kom til jarðar og gav sítt hold sum sannan mat.

Nú verðin øll kann gleðast og eingin bera sút,

vit fingu vón so bjarta, øll synd er strikað út.

Tí eiga vit at njóta frá Gudi sannan lívsins mat

við trúgv á Jesu offur; av kærleika hann lívið læt.

3. Nú trúliga vit boða um lívsins breyð, ið givið varð,

um hirðan Jesus Kristus, sum burtur heimsins syndir bar.

Ja, seyðurin má leiðast at søkja rættferð fyrst,

tá mettast øll tey svongu og øll, ið eru tyst.

Skjótt kemur Harmageddon og beinir burt alt vónleyst stríð,

lovsyngið tí Jehova, hann eigur prísin alla tíð.