Dag um dag vilja vit ganga við Jehova
55
Dag um dag vilja vit ganga við Jehova
(Mika 6:8)
1. Eyðmjúk sleppa vit at fylgjast við Jehova hond í hond.
Ovurstór er henda náði, tí vit eru veik og ónd.
Tó má frammanundan verða avrátt hetta ferðalag.
Treytin er, vit lýða lógir, fegin svara Gudi: Ja!
2. Fylgjast vit tá við Jehova, er tað skilagott og víst.
Fíggindar á vegnum forða, mangan hart vit verða trýst.
Holdsins lyst kann hugan blinda, glamlýsið úr verðini.
Satan og hans fylgi villa, steðga okkum ferðini.
3. Men Jehova Gud kann hjálpa, um vit líta fast á hann.
Leita vit hitt góða, eyðmjúk, einki okkum vika kann.
Samkoman, Guds orð og andi er frá Gudi gáva góð,
sum tað kristna sinnið stillar, veitir frið og sæla ró.