Dyrkið ávøkstur kærleikans
86
Dyrkið ávøkstur kærleikans
1. Jehova skeinkir í fulla skál
og gevur tænarum yvirmál
av gávum, sum teir nýtir til,
í trúgv at gera tað hann vil.
Guds vitni virða anda hans
og geva andans gávum ans,
men eina fremst í týdningi
av gávunum er kærleiki.
2. Ja, vitnisburður má fremjast nú,
so royna vit, bæði eg og tú,
á jørðini at verða salt,
at gerast fyri øllum alt.
Tí vit og skil slær ikki til,
skal fylgið røktast, sum Gud vil;
men sýnir hirðin kærleika,
tá signar Gud við sannleika.
3. So fylgjast vitnini vinalig
at virka íðin og friðarlig.
Í tolni um tey verða trongd,
tey rætta veikum vinarhond.
Og læra vit at virða smátt,
vil gleðin fløva, gera gott.
Í sonnum kristnum kærleika
vit lýsa Gud í stórleika.