’Eg eri Jehova’
61
’Eg eri Jehova’
1. Hoyr, hvussu treiskir kongar spotta,
og hástór orð teir hava sagt.
Teir nokta, Jehova er hin mætasti,
sanna ei, hann hevur alla makt.
Men hvør hevur tikið teirra kúgan av,
smildrað heimsins stóru ríki í grús?
Ja, hvør hevjar arm, ið steðgar spottaran,
og reisir aftur Dávids kongahús?
(Niðurlag)
2. Sí, kongar jarðarinnar møtast
og lyfta mót Jehova hond.
Og tjóðirnar fylgja Satan, skelvandi,
henda orrusta vil skaka lond!
Sig, hvør fær nú steðgað ránsmansveldinum,
hvør kann gera øll tey fjøtraðu frí?
Ja, hvør megnar nú at stýra heiminum
og skipa rætt og frið til alla tíð?
(NIÐURLAG)
Gud eri eg og eingin annar.
Gud eri eg, Jehova heiti mítt.
Sonur mín, Krist, er himnakongur mikil;
hávirðið hann, ið stovnar ríki nýtt.