Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein fagnaðarsangur

Ein fagnaðarsangur

208

Ein fagnaðarsangur

(Opinberingin 11:15)

1. Rætt sum vit bóðu, lúðrarnir kvóðu!

Ríkið í himli er sett á stovn.

Frøi og sangur, glymskálaklangur,

ríma við orðið um sæla vón.

(Niðurlag)

2. Boðini ljóða um alt tað góða;

leitið tí øll til Jehova Gud.

Gomlum og ungum liggi á tungum

lovsongur glaður við takk til Gud.

(Niðurlag)

3. Fylgist tí fróir, einigir, góðir,

vit eru brøður av felags rót.

Ærið Jehova! Honum vit lova

trúskap og lýdni. Kom, lívið njót!

(NIÐURLAG)

Hesin er dagurin; (Syngið glað)

Gud eigur sigurin! (Sig tað!)

Syngjandi takkarsong (Verið glað!)

stevna nú einig saman mong.

’Takk fái Gud Jehova og Kristus,

frelsu vit fingu og miklan Kong.’