Ein sangur til Jehova
190
Ein sangur til Jehova
1. Jehova, hoyr vit syngja glað
til tín í bøn eitt takkarlag.
Vit kendu at tú henda dag
gav ans og var so nær.
Tú vísur er og góður við,
vit ganga trygg við tína lið.
Títt sannleiksorð gav sannan frið,
og tí vit prísa tær.
2. Takk fyri sannleiksorðið bjart,
tað spreiðir heimsins myrkur svart.
Hjá tær vit hava vísdóm lært,
ið lekir hug og sinn.
Og takk at vón vit síggja nær;
nú óttaleys vit fylgja tær.
Við hesum ljósi eingin slær
á villugøtu inn.
3. Á degi sum á dimmu nátt
vit prísa tær í himli hátt;
á frelsuleið vit vórðu sátt,
tú vísti kærleik fyrst.
Við yndisligum tónaspæl
av hjartanum vit takka sæl.
Má bønin tær tá líka væl
í navni Jesu Krists.