Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein sangur til hin Hægsta

Ein sangur til hin Hægsta

104

Ein sangur til hin Hægsta

(Sálmur 47:3)

1. Øll fólk, syngið hátíðarsong,

so heiðra vit okkara Kong.

Ættir fjaru, gevið æru!

Nú fær jørðin ein rættvísan Kong.

(Niðurlag)

2. So hevja vit røddir í takt:

’Guds ríki er stovnað við makt.’

Opinberað skal tað verða!

’Berið boð,’ hevur Kristus jú sagt.

(Niðurlag)

3. Lat hoyrast títt fagnaðarljóð,

alt fólkið, Guds heilaga tjóð.

Orðið ljóðar, sum hann bjóðar,

tí øll kongaboð bera vit fró.

(NIÐURLAG)

Jehova Gud er Kongur,

av gleði ljóðar songur.

Vit frøast øll

í smáttu, høll

og út um víðan vøll.