Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein takkarbøn

Ein takkarbøn

45

Ein takkarbøn

(Sálmur 65:3)

1. Heilagi Gud, tú sum hoyrir og sær

tey, sum við soninum leita tær nær.

Prís fært tú, Skapari, vit eru mold,

verj okkum, leið okkum, stjórna tú fold!

Syndarar eru vit, falla ov lætt;

fyrigev, Harri, og lær okkum rætt.

Tú hevur keypt okkum, dýrt var tað blóð,

goldið varð fyri, at vit kendust góð.

2. Eydnu fær hann, sum tú vísir á veg,

hann sum í ljósinum lærir um teg.

Støðugt hann sessast við vælbúgvið borð;

føðin, ið gagnast, er sannleikans orð.

Almakt og rættvísi sýnir tú skjótt.

Fólkanna óljóð — nú steðgar tað brátt!

Gud okkum frelsir! Guds ríki er nær!

Stórfingin gleðiboð verðin nú fær.

3. Umsorgan tín ger, at frøin er stór.

Lovsong til Gud kvøður fullmannað kór!

Ríki títt kemur við sælu til øll,

reinsar alt ónt út úr smáttu og høll.

Sonurin tók á seg syndanna løn,

frígjørda fólkið fekk svar upp á bøn.

Tí vit í lovsongi øll taka lut,

prísa tær, Harri Jehova, vár Gud.