Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Elskið, tí Gud elskaði

Elskið, tí Gud elskaði

50

Elskið, tí Gud elskaði

(1 Jóhannes 4:11)

1. Sum Gud er eingin annar, hvør kristin hetta sannar.

Jehova Gud, tí elska vit teg!

Vit navni tínum prísa, títt orð skal okkum vísa

á kærleikan og sannleikans veg.

Tú miskunnsamur dømir, tó rættvísi tær sømir,

tú opinberar vísdóm og makt.

Tín læra, sum vit kenna, í trúgv skal okkum menna,

alt blívur so, sum tú hevur sagt.

2. Tín kærleiki er ríkur, ei finst ein annar slíkur,

hvørt hjarta verður drigið at tær.

Títt navn varð okkum kunnað og lívið okkum unnað

við Jesusi, sum kom okkum nær,

bleiv Frelsarin, hin góði, læt alt, sjálvt hjartablóðið;

nú vónin bjørt í huganum skein.

Tí lætnar syndabyrðan, vit fingu góða hirðan,

sum gjørdi okkum rættvís og rein.

3. Vit tæna tínum ríki, og aldri nakar víki,

so verðin trokar sannleikan vekk.

Úr orðinum vit læra, tú býður okkum fara

ta leiðina, sum sonur tín gekk.

So leita vit og finna nógv fólk, ið eru sinnað

at læra um títt ríki, títt vald.

Og Kristus, sum er kongur, vit fylgja, har hann gongur,

og blíva millum livandi tald.